Rhodos: Skógareldar gera um seg

Fólk verða flutt burtur, og fleiri flogfeløg hava avlýst ferðir til oynna

(Mynd: Stringer/Reuters)

Fleiri stórir náttúrueldar gera um seg á griksku feriuoynni Rhodos, og myndugleikarnir hava ikki tamarhald á eldunum.

 

Fólk verða flutt burtur úr økjum, har eldarnir herja, og fleiri ferðaskrivstovur og flogfeløg hava nú avlýst ferðir til oynna. Eitt nú hevur fyritøkan Tui avlýst ferðir úr norðurlondum til Rhodos fyribils.

 

Danska uttanríkisráðið sigur í ferðavegleiðingini fyri Grikkaland, at tey ráða fólki til at ansa sær á Rhodos. Serliga um fólk eru í nánd av Asklipieio, Kiotari, Lardos og Pilonas. Enn hevur danska uttanríkisráðið ikki frámælt ferðir til Rhodos.

 

Rhodos tellist millum tey væl umtóktu ferðamálini í Europa.

 

(Mynd: Stringer/Reuters)