Guernsey: Týsdagin varð avgjørt, at oyggjaleikirnir í 2007 verða á Rhodos.
Tað varð avgjørt á aðalfundi hjá altjóða oyggjaleikanevndini týsdagin.
Vit megnaðu ikki at fáa tað við áðrenn blaðið í gjár fór til prentingar, tí aðalfundurin gjørdist nógv longri enn væntað.
Hetta er fyrsta ferðin, at Rhodos verður vertsland fyri oyggjaleikunum, og er tað eisini fyrsta ferðin, at leikirnir verða hildnir so lang suðuri.
Togtoganin um leikirnar í 2007 var millum Rhodos og Isle of Wight, men tað gjørdist so Rhodos sum dróg longra stráðið.