Rhodos, gull og pínligi Høgni

Føroysku ítróttarfólkini á Oyggjaleikunum á Rhodos hava vissuliga gjørt Føroyum æru og sóma úti í heimi – og hjartaliga tillukku við øllum teimum frálíku ítróttarúrslitunum, sum tit fingu í Oyggjaleikahøpi - og vit onnur gleðast og eru stolt tykkara vegna. Og vælheimafturkomin.

Men umframt at greiða frá ítróttarhendingunum á Rhodos, so helt Dimmalætting seg hava fatur í eini góðari søgu, um flaggølu á Rhodos við stórari mynd av niðurgjørda merki okkara hangandi á somu flaggstong niðriundir Dannebrog, júst tá leikirnir vóru um at byrja. Hesi “tíðindi” blivu enntá viðgjørd, sum sera seriøst mál, og greitt varð lesarum blaðsins frá, at hesi harraboð vóru komin frá sjálvari donsku sendistovuni í Athen, at so skuldi verða! Hesi ørkymlandi tíðindi vóru alt fyri eitt uppafturtikin her heima í øllum landsins fjølmiðlum, sum tann vissi sannleiki!

Og Høgni Hoydal var ikki seinur á sjóvarfallinum. Hann fór beinanvegin í fjølmiðlarnar, honum so líkt, at harmast um hendingina á Rohdos, og tosaði um samleika føroyinga, sum var hóttur av hesi donsku “beistagerð”, samstundis sum hann vísti á, at nú var próvfast og sjónligt fyri øllum, hvussu uttanríkisheimildarlógin hjá Jóannesi Eidesgaard, løgmanni, endaliga hevði forkomið øllum føroyskum rættindum uttanlands við hasi svaduni um “Kongeriget Danmark forsåvidt angår Færøerne”, so har var onki annað úrslit at vænta....

 

So nú var at smíða, meðan jarnið var heitt – ein flagggøla er altíð góð bót í nationalu súpanina hjá honum, nú annars er ógvuliga soltið í allar aðrar mátar politiskt hjá Høgna, og hann legðist ikki á boðini! Høgni fór heilt í sjálvsving, hann setti málið uppá tindarnar, fyrst harmasøgan í luftbornu fjølmiðlunum, so lesarabræv um løgmann, sum ikki hevði mótmælt á Rhodos o.s.fr. – og so onki minni enn ein fyrispurningur á fólkatingi til sjálvan uttanríkisráðharran, Per Stig Møller, um hesa donsku “valdsmisnýtslu”, og finnnast skuldi fram til, hvør var komin við harraboðunum haðani um flaggingina undir leikunum á Rhodos!

 

Roykur og ongin grind!

 

Málið varð kannað av løgmansskrivstovuni, og sligið var alt fyri eitt fast, m.a. av skilamanninum Árna Olafson, at ongi boð um løgnu flaggingina á Rhodos vóru komin frá nakrari ráðharrastovu úr Keypmannahavn og enn minni frá uttanríkisráðharranum sjálvum! Og heldur ongi boð vóru givin av ambassaduni í Athen ella danska konslinum á Rhodos hesum viðvíkjandi til hotellið, sum flaggaði við Dannebrog og Merkinum undir hvørjum øðrum! Og niðurstøðan í hesum “harmammáli, sum hótti samleika føroyinga”, sambært Høgna Hoydal, er hon, at alt málið sum tað er , er ein stór misskiljing! Ein hotellstjóri, sum als onki kennir til stjórnmálaviðurskifti okkara og hvaðna minni til hina, “forsåvidt angår Færøerne”, hevði av sínum eintingum hongt tvey fløgg upp á somu stong! Og Dimmalætting skoytir uppí, at hann gjørdi hetta eftir boðum úr Keypmannahavn! Ein beinleiðis lygn, sum enn hongur í luftini, tí Dimma eins og hinir vælmannaðu føroysku fjølmiðlarnir á Rhodos syndaðu móti eini tí mest grundleggjandi fyritreytini fyri objektivum journalistiskum arbeiði, nevniliga at spyrja báðar partarnar í einum máli – í hesum førinum bæði ein lítið vitandi hotellstjóra, sum bjargaði sær í land við eini neyðlygn, øðrumegin, og sjálvandi donsku uttanríkistænastuna, umvegis løgmansskrivstovuna, hinumegin, fyri at lýsa tað á ein nøktandi hátt – hetta er barnalærdómur journalistanna! So var nevniliga onki mál og harvið ongin sonevnd flagggøla! Ein kann spyrja, um henda flagggøla er eitt slag av bestiltum arbeiði fyri ávísan flokk, sum bleiv avdúkað, sum tað reina gass og við absolutt null substansi í? Í hvussu so er, skjótt varð borið at, eftir at flaggmyndin av Rhodos var komin í Dimmu, sum kom í hæddina við fyrispurningi til Per Stig Møller uttanríkisráðharra. Og restina av søguni kenna vit...

 

Hetta mál vísir einaferð enn , tíverri, hvussu stutt á leið vit eru komin, tá talan er um seriøst journalistiskt arbeiði í Føroyum. Tað vantar nógv í, at blaðfólkini á Dimmu fáa gull fyri sítt arbeiði! Og mær vitandi hevur ongin enn tikið orðini aftur í seg og beinleiðis viðgingið, at hetta mál hevði onki við heimildarlógir ella donsk harraboð at gera, ússaligt! Og at Høgni Hoydal, í politiskum hjálparloysi, loypir so beint á bláman, sum ein onnur eltibløra, er verunliga at undrast á!?