Ørgrynna av møguleikum á Sandi

Fótbóltur: Tveir spælarar hjá B71 endaðu hjá læknanum, og stigini endaðu hjá heimaliðnum

Tað er synd at siga, at tað hevur hepnast væl við fólkinum hjá sandoyingum hesar seinastu vikurnar. Næstsíðsta vikuskifti vóru teir í Runavík. Tá vórðu tríggir av teimum, ið vóru við til at manna verjuna, so mikið skaddir, at tað ikki var hugsningur um, at teir kundu spæla móti Sumba. Allin Simonsen, Bjørn Thorsteinsson og Peter Ritter vóru ikki við móti Sumba, og so var miðverjan mannað av nýggjum.

Ivan Hristov, rumenski venjarin, hevði sett seg sjálvan á aftasta mann, og saman við Bergleifi Sólsker var Hans Jørgen Djurhuus frammanfyri venjaran í miðverjuni. Men har var Hans Jørgen bara eina løtu, so noyddist hann út við skaða, og so var neyðugt at umskipa, m.a. við at Kristian Nielsen, ið var byrjaður á vongverjanum í vinstru, fór í miðverjuna.

Tá B71 var upp á tað besta vóru Eli Hentze og Torbjørn Jensen álopsmakkarar. Nú er eitt sindur síðani, at álopsparið hjá B71 var mannað við hesum báðu monnunum. Soleiðis var tað sunnudagin, men bara eina løtu, so noyddist Torbjørn Jensen út (ógvusligan vøddaskaða, tá hann varð taklaður og brotsspark spurdist burturúr), og báðir B71 menninir endaðu hjá læknanum heima á Sandi.


Gummibein

Samanhangandi fótbóltsspælið var ikki altíð so gott, hóast eingin ivi tóktist vera um, at nýggi miðvallarin hjá B71, rumenarin Iulian Florescu, er góður styrkur.

Tað var týðuligt, at nógv stóð upp á spæl hjá báðum liðunum. Týdningurin av ikki at tapa og helst at vinna var so stórur, at spælararnir so at siga høvdu gummibein. Tað sást væl, tá teir royndu seg móti málinum. Opnar støður vóru í báðum endum, og serliga í 2. hálvleiki vóru nógvir møguleikar, eisini til sumbingar, sum ikki vóru neyvir.

Eli Hentze tók sær av brotssparkinum, sum varð dømt, tá Torbjørn Jensen varð feldur. Veteranurin skoraði hjá Annfinni Thomsen. Tá var ein hálvur tími farin, og Eli Hentze kundi í 2. hálvleiki væl havt skorað bæði eitt og tvey mál afturat. Møguleikarnir vóru í hvussu so er til tað.

Í 2. hálvleiki flutti Sumba fólkið eitt sindur fram. Hjá teimum ráddi um at javna, og teir spældu seg eisini til møguleikar, uttan at nakað kom burturúr. Framrættaða spælið hevði við sær, at verjan ofta lá frammarlaga, og tað fekk Jón Brekku, sum varð skiftur inn í álopið, fulla nyttu burturúr. Á tímanum fekk hann langa sending, rann einar 25 metrar fram móti málinum, og var so mikið kaldur, at hann megnaði at trilla framvið málverjanum, tá hann kom út ímóti.

Eina lítla løtu seinni varð Bibi útvístur. Tá fekk hann fyri aðru ferð gult kort. Bæði kortini vórðu givin fyri at taka bóltin við hondini. Birgir Sondum var dómari, og hann metti tað vera neyðugt at vísa gula kortið rættuliga ofta. Teir á heimaliðnum sóu fimm ferðir gult, og umframt tey bæði, sum Bibi fekk, vóru tað tveir aðrar sumbingar, ið sóu gult.

Bara tveir minuttir eftir útvísingina minkaði Sumba um munin. Nebosja Veljkovic gjørdist púra leysur eitt sindur til vinstru í brotsteiginum og smekkaði í netið aftanfyri Waldemar Nowicki, ið annars vardi málið sera væl.


B71-Sumba 2-1 (1-0)

1-0: Eli Hentze br.

2-0: Jón Brekku

2-1: Nebosja Veljkovic

B71: Waldemar Nowicki ? Mourits Viderø, Bergleif Sólsker, Ivan Hristov, Hans Jørgen Djurhuus, Kristian Nielsen ? Rúni í Soylu, Iulian Florescu, Kári Nielsen ? Eli Hentze, Torbjørn Jensen

Sumba: Annfinn Thomsen ? Sonni Kjærbo, Dánjal Jóhan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Spasojé Biberdzic, Mortan úr Hørg ? Jan Poulsen, Peter Jørgensen, Nikola Biberdzic ? Birgir Jørgensen, Nebojsa Veljkovic.