RFF: Verndar­einglar vísa veg

Tíðindaskriv frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd
....

Føroyingar trívast væl í myrkum klæðum. Nú stór­­ur partur av degnum eis­ini er myrkur, minnir Rá­ð­­ið fyri Ferðslutrygd ung sum gomul á at brúka end­urskin. Hetta verður gjørt við verndareinglum í sam­starvi við Trygg­ing­ar­felagið Føroyar. Enda­málið er at fáa fleiri fólk at brúka endurskin, tí við endurskini eru fólk til gongu nógv skjót­ari sjónlig hjá bil­før­ar­­um.

Einglaveingir til láns
Komandi tíðina ber til hjá fyriskipanum av tiltøkum at lána einglaveingir frá Ferðslutrygd. Tað kann vera, tá jólatrø í bygd og bý verða tendrað og til onnur tiltøk. Veingirnir verða so brúktir av fólkum, sum virka sum verndareinglar sum býta út endurskin. Tað vil siga, at tey sum skipa fyri, sjálvi fáa fólk at ganga við veingjunum og býta út endurskin. Ráðið lænir út veingirnar og taskurnar, meðan Tryggingarfelagið Føroyar letur endurskinini.

Endurskin síggjast 140 metar burturfrá
Ofta halda fólk, at um tey síggja bilin, sær bilførarin tey. Men hetta er ikki rætt – í myrkri er nærum ógjør­ligt hjá bilførarum at síggja fólk til gongu, um tey ikki eru í endurskini. Uttan endurskin eru fólk nústani sjónlig, tá bilurin er 25-30 metrar burturfrá, meðan tey við endurskini eru sjón­lig 140 metrar burturfrá, og hetta er tá bilurin brúkar nærljós. Koyrir bilurin 50 km/t, hevur bilførarin 10 sekund at taka hædd fyri fólki í endurskini, meðan hann hevur 2 sekund, um fólk ikki eru í endurskini – og tað kann vera munur millum lív og deyða. Norsk kanning vísir, at tú minkar vandan fyri at verða árend/ur í myrkri við 70%, um tú brúkar endurskin.

Íblástur úr Noregi
Átakið verður gjørt við íblástri úr Noregi, har tey brúka einglaveingir í sam­bandi við árliga end­ur­skinsdagin, sum er í ok­tober. Her ganga eingl­ar­nir í gøtunum og býta út endurskin. Tað vóru bæði van­lig fólk, men eisini politik­arar og floksformenn sum vóru í veingjum. RFF hevur tillagað hugtakið til at læna út veingir til tiltøk, sum eru kring landið hesa myrku tíðina.

Ljós í myrkri
”Vit eru sannførd um, at tey flestu fegin vilja brúka endurskin, men at fólk ofta gloyma tað. Tí vilja vit minna fólk á endurskin á nýggjan hátt við hesum einglunum. Veingirnir eru stórir og bæriligir, og vit vænta, at verndareinglarnir fara at geva tiltøkum ein góðan dám. Verndareinglar hóska sera væl til jólatíðina og ljósið í myrkrinum,” metir Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Bílegg hjá rff@rff.fo
Fyriskiparar, ið vilja lána veingir og fáa endurskin at býta út, kunnu skriva til Ferðslutrygd á rff@rff.fo. Fyriskiparar hava sjálvir ábyrgd av at heinta veingir og taskur og at bera tað aftur.