Komandi vikurnar fer Ráðið fyri Ferðslutrygd at minna føroyingar á at brúka trygdarbelti, tá teir koyra í bussi.
Tann 1. oktober 2009 varð ferðslulógin munandi broytt og herundir munandi herd krøv til trygdarútgerð til akfør. Samanumtikið er talan um hesar broytingar:
Øll ferðandi í bili, bussi (býarbussar undantiknir) ella á trýhjólaðari motorsúkklu hava skyldu til at nýta trygdarútgerðina, sum akfarið er útgjørt við
Talið á ferðandi í bili má ikki fara upp um talið á sitiplássum til ferðandi, sum hava trygdarbelti
Forboð fyri at hava ferðafólk í last- ella vørurúmi
Ásannandi, at ov lítið hevur verið gjørt fyri at fáa ferðandi at gera brúk av trygdarbeltum í bussum, vísir Ráðið fyri Ferðslutrygd á, at øll ferðandi í bussum ikki bert hava skyldu til at nýta trygdarbeltini, men eisini eiga at hugsa um vandan við ikki at gera brúk av teimum.
Ábyrgdin liggur fyrst og fremst hjá hvørjum einstøkum at sita íbundin trygdarbleti, bæði fyri at verja seg sjálvan og fyri verja onnur, tá ein ferðandi, sum situr leysur í setrinum, kann elva til skaða á seg sjálvan og onnur, t.d. um bussurin bremsar harðliga ella í einum møguligum óhappi.
Hvønn gerandisdag ferðast nógv fólk til og frá skúla og arbeiðsplássi í bussum, umframt ítróttarfólk um vikuskiftini. Ráðið fyri Ferðslutrygd vendir sær til ein og hvønn ferðandi í akførum okkara, at gera brúk av neyðugu og kravdu trygdarútgerðini uttan mun á, um talan er um stuttan ella langan túr.
Førarin av einum bili, ið er innrættaður til flutning av meira enn níggju ferðandi, førarin íroknaður, skal áðrenn koyring byrjar síggja til, at ferðandi undir 15 ár verða kunnað um reglurnar um nýtslu av trygdarútgerð, um trygdarútgerð er í setrunum.
Upplýsingarskyldan kann gerast við:
- kunning frá føraranum
- kunning frá fylgjara ella tí persóni, sum er tilnevndur sum bólkaleiðari
- kunning á sjónvarpsskíggja í bussinum
- við mynd (pikotgrammi), ið vísir at trygdarbelti er álagt
Ráðið fyri Ferðslutrygd fer í hesum sambandi at senda út áheitan til skúlar, stovnar og fjølmiðlar fyri at røkka som mongum sum gjørligt fyri at fáa ferðandi at brúka neyðugu og kravdu trygdarútgerðina í akførunum.
Politiið fer at fylgja átakinum upp við eftirliti í oktober.