- Ráðið Fyri Ferðslutrygd siglir við so repaðum seglum, at eg veit ikki, hvussu leingi aftrat, tað gongur.
Tað sigur Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, ið ikki er so vísur í, at føroyska ferðslutrygdin verður tikin í nóg stórum álvara.
Í samrøðu við in.fo um vikuskiftið, vísti Kári Thorsteinsson á, at einans eitt starvsfólk er á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og at hetta gongur út yvir tænastuna, sum stovnurin kann veita. Hann kundi tí hugsa sær minst eitt starvsfólk afturat.
Hann ivast ti í, um politiska skipanin tekur støðuna í nóg stórum álvara, serliga, tá hugt verður eftir játtanini, ráðið fær frá løgtinginum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Kára Thorsteinsson.