Blokadan og arbeiðssteðgurin, sum Pedagogfelagið herfyri lýsti móti forskúlunum kring landið er avlýst.
2. mai boðaði Pedagogfelagið frá, at felagið noktar limum sínum at søkja størv sum námsfrøðingar í forskúlunum. Pedagogfelagið gjørdi tá kommunalu arbeiðsgevarnar varugar við, at eingin avtala er um lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá námsfrøðingum í forskúlunum, og at hetta er sáttmálabrot. Somuleiðis lýsti Pedagogfelagið arbeiðssteðg at koma í gildi 17. august.
Men bæði blokada og arbeiðssteðgur eru nú avblást – í hvussu er fyribils. Fasti Gerðarrætturin metir nevniliga, at lýsta blokadan og arbeiðssteðgurin eru óheimilað.
Kommunala Arbeiðsgevarafelaegið legði málið fyri Fasta Gerðarrættin, sum fríggjadagin kom til ein úrskurð í málinum. Niðurstøðan er, at blokadan og lýsti arbeiðssteðgurin eru óheimilað, og eigur blokadan tí at vera avlýst og arbeiðssteðgurin eigur ikki at verða settur í verk.
Les eisini: Blokadan var ólóglig
Føroya Pedagogfelag hevu tó longu gjørt av at kæra málið til nevndina fyri Fasta Gerðarrætt við kravi um, at málið skal ganga umaftur, tí avgerðandi feilir eru gjørdir í málsgongdini.
Millum annað eru óformligar útsøgnir frá einum fyrireikandi fundi í gerðarrættinum brúktar sum grundarlag fyri sjálvum úrskurðinum.
– Vit eru sjokerað og ómetaliga ónøgd við handfaringina av hesum málinum, sigur Maud Wang Hansen og vísir til fyrireikandi fundin, ið partarnir vóru til saman við teimum trimum gerðarrættardómarunum hósdagin í síðstu viku.
– Tað, sum bleiv ført fram á hesum óformella fundinum hósdagin, er blivið brúkt sum vitnisfrágreiðing, og síðani hevur eingin úrskurðarfundur verið, greiðir Maud Wang Hansen frá.
Sambært forkvinnuni í Pedagogfelagnum er talan um somikið grundleggjandi feilir í viðgerðini, at felagið hevur gjørt av at kæra viðgerðin til nevndina fyri Fasta Gerðarættin.
– Eg føli meg rætt og slætt reyvrenda av Fasta Gerðarætti, har eg á fyrireikandi fundi úttali meg um nøkur viðurskifti, sum síðani verða brúkt beinleiðis sum vitnisfrágreiðing í einum úrskurði. Tað eigur ikki at koma fyri, sigur Maud Wang Hansen.
Hoyr samrøðu við Maud Wang Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.










