Sandwick: Borðtennisspælarar íðka sín ítrótt við einari batt í hondini. Teir sláa, temja og smasja við hesum runda skapilsi, sum er reytt á aðrari síðuni og svart á hinari síðuni.
Men meðan tað er vanligt í øllum øðrum ítróttargreinum at velja sær sínar egnu litir á útgerðini, um tað so eru skógvar, troyggjur, hosur, hár ella bogar, so er tað eitt sindur øðrvísi í borðtennis.
Thomas Rasmussen var ein av føroysku borðtennisspælarunum á Oyggjaleikunum í Hetlandi.
Thomas, hví er battið altíð reytt á aðrari síðuni og svart á hinar síðuni?
Tað er tí, at tú skalt kenna mun á yvirflatuni á battinum. Tilfarið er ikki tað sama á báðum síðunum, so tú skal síggja mun á, hvørjum hann slær við.
Er tað neyðugt at síggja mun á, hvørjari síðu hann slær við?
Ja, tí at summir spælarar spæla við knobbum á aðrari síðuni, og tí er tað umráðandi, at tú ikki verður snyttur, men sært hvørjari síðu hann slær við. Tað er ymiskt, hvussu skrúvan er á bóltinum, alt eftir hvørjari síðu hann slær við. Í finaluni var hetta ikki so týdningarmikið, tí hann spældi heilt frammi við borðið alla tíðina, men tá ið spælarar spæla longur burtur frá borðinum, ger tað mun, hvørjari síðu hann slær við.
Hvat so, um tú skuldi havt hug at spælt við einum gulum og reyðum batti?
Nei, tað gongur ikki. Tey verða slettis ikki gjørd í teimum litunum. Tú fært eisini bláar og grønar battir, men øll spæla við svørtum og reyðum.
Hvussu nógv batt hevur tú við til Oyggjaleikirnar?
Eg havi mítt egna við, og so havi eg lánt tað hjá pápu mínum eisini. Hann spælir við sama trænum, sum eg brúki. Eg havi tað við sum eyka, um mítt skuldi brotna ella blivið burtur, men eg spældi allatíðina við mínum batti.
So pápi tín spælir eisini borðtennis?
Ja, hann spælir í sama felag sum eg, og vit spæla tvímansleik saman. So vit spæla nakrar góðar dystir við familjuskeldi og tí heila_
Hvat kostar eitt batt?
Eini 500 ella 600 krónur.