Reytt og gult eftir útskifting

Talan var um heldur sjáldsom kort, sum Ralph Van Dooren hjá B68 fekk á jóansøku. Spælarin var longu skiftur út, tá hann brádliga vildi inn aftur á vøllin. Hetta noktaði dómarin honum sjálvandi, og tá spælarin mótmælti hesum, fekk hann gult kort. Eftirfylgjandi gekk Van Dooren heldur provokerandi framvið  og enntá inn á  vøllin, tá hann var á veg yvir til VB-húsið, og so tímdi Petur Reinert ikki at síggja meira. Reytt kort til spælaran, men B68 helt tó fram við 11 monnum, tí útskiftingin longu var framd.