Vagnur Michelsen
??????????????????
Í seinastuni hava nógv hundrað ungfólk verið til próvtøku, og fleiri teirra síggjast í gøtunum við studenta-, HF- ella HH-húgvum. Tey hava staðið eina roynd og fingið prógv.
Leygardagin var kappróður á Fuglafirði. Og høvdu persónarnir, sum stóðu fyri starvinum verið til roynd í at leggja út startirnar og starta kappróðrarbátar, so høvdu viðkomandi ikki fingið »húgvuna« henda dagin. Tí avrikið í Fuglafirði leygardagin var út av lagi vánaligt, ella rættari sagt pínligt. 03 í karakteri fyri at leggja út fasta startin er hóskiligt.
Tað gongur ikki at geva streyminum skyldina, tí rák hevur allar tíðir verið millum oyggjarnar.
Kappróðurin skuldi byrja klokkan trý. Klokkan hálvum fimm vóru tríggir av róðrunum avgreiddir. Men so hendi tað, sum fyri alt í verðini ikki má henda. Roynt varð í hálvan annan tíma at flyta fasta starvin frá 1000 metrum út á 1500 metrar. Hetta miseydnaðist og førdi til, at tað tók næstan fýra tímar at avgreiða kappróðurin á varmakeldu.
Á jóansøku tók tað tveir tímar at avgreiða róðrarnar.
Avrikið í Fuglafirði leygardagin er serliga ein háðan ímóti okkara róðrarfólki. Síggi fyri mær manningina á einum 10 mannafari koma rennandi oman til bátadráttin. Teir høvdu hitað upp og vóru klárir at fara í bátin. Genturnar høvdu júst róð, og nú var tíð hjá monnunum at fara í bátarnar og fyrireika seg til róðurin.
Menninir í 10 mannaførunum sótu í vátveðri og bíðaðu í tveir tímar í bátunum áðrenn teir sluppu at rógva. Tveir tímar eru meira enn ein heilur fótbóltsdystur, minnist til tað.
Manningarnar á seksmannaførunum við monnum bíðaðu í hálvan annan tíma úti á málinum.
Hetta er langt uttan fyri øll menniksja- og ítróttarlig mørk, sum kunnu bjóðast okkara rógvarum, sum venja fýra-fimm ferðir um vikuna og ganga við lív og sál upp í ítrottin.
Minsta krav til hvønn FM kappróður má vera:
1. At nýttir verða tveir fastir startir á hvørjari FM stevnu. Ein fastur startur skal liggja á 1000 metrum og ein startur á 1500 metrum, áðrenn bátarnir koma á róðrarøkið.
Tá ið róðrarnir á 1000 metrum eru avgreiddir, er longu klárt at fara út á 1500 metrar. Ímeðan róð verður 1500 metrar, verður 1000 metrastarturin fluttur út á 2000 metramálið. So einfalt er tað. Í Fuglafirði var bara tann eini fasti starturin.
2. At Róðrarsambandið hevur eina fasta manning, sum leggur út allar fastu startirnar á FM stevnunum. Hvussu í víðu verð skulu menn fáa royndir at leggja út startir, tá ið hetta í summum førum bert verður roynt annað ella triðja hvørt ár?
3. At Róðrarsambandið ásetur, hvussu langa tíð ein róður í mesta lagi kann vara, áðrenn ítróttarliga virðið er burtur. At sita vátur í einum báti og bíða í tveir tímar kann ikki góðtakast.
4. At hugsað verður um áskoðaran, sum hevur goldið 50 krónur at síggja kappróðurin. Nógvir áskoðarar fóru til húsa aftur leygardagin, og hvat er kappróður uttan áskoðarar?