Tað mundi vera fáur, sum skilti nakað, tá Tórfinn Højgaard brádliga fekk reyða kortið frá dómaranum undir dystinum hjá flogbóltsharrunum móti Jersey. Hvør orsøkin var, kom ongan tíð veruliga í rættlag, men ivaleyst var tað so, at dómarin ikki helt mannin hoyra heima á beinkinum, og so varð hann stutt og greitt sendir yvir á áskoðarplássini. Vónandi verður talan tó ikki um leikbann, tí tørvur verður á øllum góðum kreftum týsdagin, tá Áland stendur hinumegin føroyska netið.