Reytt kort til Lassin!

Klokkan er 17.50. Vit eru júst komnir oman í Gundadal og hava sett okkum væl til rættis í B36 húsinum. Hýr­urin er góður, og fólk gleða seg til eina spennandi grann­auppgerð, sum tað jú altíð er, tá ið havnarliðini bæði møtast

Veðrið er á góð­ari leið, og vit hyggja at leik­skránni. Umráðandi er jú at vita, hvør er við og hvør ikki. Men so skjótt vit høvdu sæð manningina, sum í fylgi HBskránni skuldi manna B36 liðið óraðu vit ilt, tí Ingi Højsted var í fylgi HB ikki á liðnum. Um hettar var tilvitað, ella bert lagnunar speisemi er ikki til at vita, men løgið var tað kortini, tí hettar skuldi vísa seg at vera rætt, tilvitað ella ikki. 6. sansurin fekk eisini nakað at liva uppá, tá vit so síggja, hvør ið skuldi døma hesa granna­uppgerðina, eingin minni enn størsta marran hjá B36, maðurin sum ong­an­tíð er okkum dyggur. Nei, gott var ikki í væntu longu áðrenn dysturin var byrjaður.
Ingi skuldi slaktast!
Beinan vegin sum Lassin hevði floytað dystin í gongd, sást týðiliga, at reyð-svørtu grannarnir høvdu eina ætlan. Miðvíst løgdu teir seg eftir at seta unga stjørn­uskotið hjá B36, Inga Højsted, út úr dystinum. Og eydnan var so sanniliga við teimum norðanfyri. Aftan á tríggjar misseydnaðar roynd­ir, brast fyri nev, Ingi varð bor­in av vølli, B36 fekk eitt frí­spark.
Skitin dystur
Ikki kann sigast annað enn, at dysturin var harður, og at bæði liðini til tíðir høvdu ógvuliga skitnar taklingar, men tað var bara B36, ið sum vanligt, fekk dómarans kærleika at føla. Tó skal sig­ast at tað ikki bert var HB, ið átti at fingið eitt reytt kort í fyrra hálvleiki, onkur spælari hjá B36, átti eisini, um rætt var borið at, at fingið reyða kortið.
Maðurin við floytuni
Men maðurin, ið skuldi stýra dystinum, hevði ongantíð tam­arhald á honum. Hevði hann frá byrjan lagt eina líka harða linju, (ímóti báðum lið­unum), sum spælaranir gjørdu, kundu dysturin verði heilt ein annar. Tó var tað næstan bara B36, ið bleiv hart­að fyri sítt harða spæl. Bleiv ein B36´ari feldur, hevði tað ikki so nógv upp á seg. Millum annað tá Mikkjal Thom­asen bleiv feldur aftan ífrá av Páll M Joensen, með­an Lassin var í hinum end­anum av vøllinum, har spælið var beint tá. Hettar sá Lassin av góðum grundum ikki, men linjuverjin átti at havt rópt varskó, men nei, heldur ikki har var nøkur hjálp at heinta.
Av og á hevði man kensl­una av, at Lassin kundi hugs­að sær at tikið fepurin av HB leikarum, ið lógu og venaðu seg ymsastaðni á vøllinum, tí hann bæð klappaði, nuss­aði og kelaði teimum sum vóru teir nýføðingar. Um ein B36´ari hevði ilt, hevði floyt­an eitt heilt annað ljóð, teir fingu bara boð um at reisa seg, har var eingi kelan og klappan.
Sum sagt so meta vit, at dømingin var út av lagi vánalig, og vónleyst er at taka alt fram her. Tó kunnu vit ikki lata vera við at nevna fyrra málið hjá HB, ið átti verið fríspark til B36, tí Ják­up Mikkelsen bleiv hildin. Straffið, ið HB fekk ímóti endanum av dystinum, eigur eisini at vera nevnt. Tí trý sekund áðrenn átti at verið fríspark til B36, men nei, harra Isaksen letur ikki við seg koma, hann letur bóltin trilla víðari inn í brotsteigin, har hann, (meðan B36´arin liggur og venar seg uttan fyri brotsteigin) dømir straffi til HB. Manga takk og vælgagnist!