Cristiano Ronaldo fekk beinleiðis reytt kort, tá Real Madrid í evstu løtu vann 2-1 á Cordoba í sponsku landskappingini. Hann hevur nú biðið um umbering, fyri at hava sligið og sparkað í umtalaða dystinum.
Real Madrid var í dag á útivølli móti Cordoba, sum kom á odda longu aftaná tveir minuttir, tá heimaliðið umsetti brotsspark til mál. Karim Benzema javnaði fyri hálvleik.
Tíggju minutti fyri tíð sparkaði Cristiano Ronaldo brádliga til Edimar hjá Cordoba. Í løtuni eftir sló hann eisini annan spælara. Cristiano Ronaldo fekk beinleiðis reytt kort fyri hendingina.
- Eg vil biðja øll um umbering fyri tað, sum eg gjørdi í dag. Serliga til Edimar, sigur Cristiano Ronaldo á síni Twitter síðu.
Real Madrid megnaði tó at vinna dystin, tá Gareth Bale umsetti brotsspark til mál, eftir ein bóltin fór í armin á einum Cordoba spælara. Real Madrid er framvegis oddalið í La Liga.
Barcelona vann stórt
Lionel Messi og Neymar vóru í góða lagnum, tá Barcelona vann heili 6-0 á Elche í dag. Barcelona hevur í tveimum dystum í steypakappingini vunnu heili 10-0 samanlagt. Eisini hesa ferð bleiv talan um stórsigur til katalanska felagið.
Gerard Pique legði Barcelona á odda í fyrra hálvleiki. Síðani tóku Lionel Messi og Neymar yvir. Teir skoraðu tvey mál í part, áðrenn Neymar spældi Pedro leysan til sætta málið.
Luis Suarez, sum hevur verið fyri atfinningum í seinastuni í Barcelona, sat uttan fyri allan dystin. Hann hevur verið fyri atfinningum, tí hann ikki skorar nokk av málum.
Atletico við enn
Atletico Madrid reisti seg eftir tapið fyri Barcelona í steypakappingini í vikuni. Teir vunnu í kvøld 3-1 á Rayo Vallecano. Antoine Griezmann skoraði tvey, meðan tað triðja var sjálvmál.
Í morgin spæla Valencia og Sevilla. Tey liggja avikavist nummar fýra og fimm. Bæði hava møguleika at bjóða av í oddinum.










