Reytt kort, men onki mál!

Dysturin prógvaði í fleiri mátar, at alt er ikki sum tað skal vera í franska landsliðshópinum. Hóast fleiri heimsstjørnur á liðnum, so megnaðu teir ikki at seta Uruguay undir stórvegis trýst. Frakland var undan dystinum favorittur at vinna, men Uruguay spældi fult upp við heimsmeistarnar frá 1998.

 

Thierry Henry hevur verið snúningspunktið í einum minni stríði í franska hópinum. Henry var heldur ikki ímillum teir ellivu, ið byrjaðu inni. Sindey Govou byrjaði í hansara stað, men gjørdi lítið um seg. Fyri Uruguay var Diego Forlán sjónskur og hótti í stundum franska málið.

 

Nicolas Lodeiro gjørdis fyrsti leikarin í hesu HM endaspælinum, ið varð útvístur, tá hann fekk sítt næsta gula kort fyri eina takling ímóti Bacary Sagna. Dómarin, Yuichi Nishimuar, úr Japan fór sjey ferðir í lumman eftir gula kortinum.

 

Úrslitið merkir, at øll liðini í bólki A hava 1 stig í part.