Tríggir teir fyrstu dystirnir í 34. umfari í Premier League eru spældir í dag. Chelsea hevur yvirhálað Leicester City á triðja plássi við 3-2 sigri á Crystal Palace, men Leicester bjargaði sær eitt stig móti dystarenda á Emirates leikvøllinum.
Arsenal kom á odda í fyrra hálvleiki við máli, sum Pierre-Emerick Aubameyang skoraði. Í seinna hálvleiki sendi Mikel Arteta unga Edward Nketiah á vøllin, men bara fýra minuttir seinni fekk hann beinleiðis reytt kort, tá hann taklaði í knæhædd.
Leicester City hevur sitið tungt á einum av teimum fýra Champions League plássunum, men úrslitini hava verið misjøvn í seinnu hálvu. Tað kom tí væl við, at Jamie Vardy tryggjaði Leicester eitt stig. Nú eru fýra stig niður til Manchester United, sum hevur spælt ein dyst færri.
Chelsea sær út til at fara við bronsu heiðursmerkinum. Teir vunnu í kvøld 3-2 á Crystal Palace. Oliver Giroud, Christian Pulisic og Tammy Abraham skoraðu málini. Í triðja og seinasta dystinum í dag vann Watford 2-1 á botnproppinum úr Norwich. Watford er nú fýra stig røttu megin niðurflytingarstrikuna, men bæði Aston Villa og AFC Bournemouth hava spælt ein dyst færri.