Reytt kort eftir 98 sekund

FA Cup: Ivan Sunjic gjørdi eina marruinnskifting í søguligu ensku steypakappingini í dag

Í dag er 3. umfar í søguligu ensku steypakappingini, FA Cup. Tað er her at stóru feløgini í Premier League kom við í kappingina, og tað gevur mangan spennandi og øðrvísi dystir, har annað liðið er úr lægri deildunum.

Hetta umfarið hevur bjóðað upp á eitt heldur sjálvsamt reytt kort. Tað var í dystinum millum Birmingham og Blackburn, at innskifti Birmingham-spælarin, Ivan Sunjic, fekk beinleiðis reytt kort eftir 98 sekund.

Støðan var 1-0 til Birmingham, tá Ivan Sunjic kom á vøllin. Hann var óansin á egnari hálvu og endaði við at gera brotsspark og fáa beinleiðis reytt kort. Blackburn skoraði upp á bortssparkið, men tað endar við at Birmingham kemur víðari, tí liðið vann 2-1 í evstu løtu.

Úrslitini higartil hava sent Premier League feløg sum Brighton og Aston Villa út, meðan Newcastle og Watford skulu spæla umdystir, tí dystirnir í dag eru endaðir við javnleiki.