Reytt kort

Fótin í reyvina og farvæl. Og forrestin: ”Takk fyri alt tú hevur gjørt fyri okkum. Men vit tíma ikki ordiliga at hava nakran annan her enn okkum sjálvi”.

Soleiðis tykist dansurin ganga, tá fólk fella ov væl til í føroyska samfelagnum. At man ríkar okkum ítróttarliga, ger eina orðabók ella hvat. Tað hevur einki at siga. Og hesar lagnusøgurnar síggja ikki út til at fáa nakran enda.

Einaferð kundi man skylda upp á ein ávísan innlendismálaráðharra, men hetta var helst av órøttum. Vit eru akkurát líka forgjørd í dag.

Hevði tað so bara snú seg um Bin Laden, Johnny Hansen ella onkran slíkan, høvdu vit skilt tað. Men her er jú í heilum talan um sera virkin fólk við stórum áhuga og kenslum fyri føroyska samfelagnum. Fólk, ið onnur lond høvdu ligið á knøunum fyri at fingið vitjan av.

At skjóta seg undir, at tað er ein donsk avgerð, er undanstøkking. Hetta er og eigur at vera okkara borð. Vilja vit hava nakað at siga, so hava vit alt at siga. Tiga vit, so samtykkja vit.

Eg fari tí at heita á tykkum, ið varða av, at steðga hesum fjasinum. Takkið heldur hesum fólkum, ið fella so púrasta fyri okkum føroyingum og landi okkara. Einki minni enn ein umbering hevði verið hóskandi frá almennu Føroyum. Lat ta fyrstu fara til Italia.