Reytt hjá Laudrup

Eins og tað var galdandi fyrstu dystirnar í Getafe, so hava reyðu kortini hug at fylgja Michael Laudrup, sum nú er venjari hjá Spartak Moskva. Um vikuskiftið tapti Spartak 1-0 móti Krylya, og Spartak endaði dystin við 9 monnum móti 11. – Eg hevði ávarað spælararnar í steðginum, men teir lurtaðu eftir øllum at døma ikki nóg væl, sigur Michael Laudrup við danska Ekstra-Bladet.