Reystan hann reisir sín stavn

Tað var sum í grind, tá stóri bátaflotin, sum luttók í regattasiglingini hjá Róðrarsambandinum, legði út úr Havnini á Eiði fríggjakvøldið

Eiði-Hósvík:Fólk vóru í røttum stevnuhýri, tá tey savnaðust Suðuri undir Gerði til at fyrireika seg til ta stóru regattasiglingina suður gjøgnum Sundalagið.

Har vóru fólk og bátar úr at kalla øllum landinum. Úr Vági til Klaksvíkar vóru teir merktir. Og bátarnir vóru sera ymiskir, sum luttóku. Gamlir róðrarbáta, plastikbátar í ymsari stødd og so sanniliga eisini onkur deksbátur var at síggja.

Fyrireikararnir høvdu syrgt fyri rætta »stemninginum« við at seta stórar hátalarar upp, sum spældu tónleik, meðan fólk frá Eiðis Bóltfelag seldi kaffi og køkur við eitt borð tætt við har, meldað varð til.

Áðrenn farið varð, skuldi mynstrast. Samstundis um luttakaragjaldið varð goldið, fekk luttakarin eina troyggju við áskrift, sum prógvar, at hann ella hon hevur verið við í hesum frálíka tiltaki.

Fyrsti teimurin, sum siglast skuldi fríggjakvøldið, var av Eiði til Hósvíkar. Og tað var so passandi, at tað var hálvi eiðismaðurin, bygdarráðsformaðurin í Hósvík, sum sendi bátarnar avstað.

Á veg út úr havnini fingu fleiri av luttakarunum eitt serligt upplivilsi, sum teir helst ikki fáa dagliga. Teir møttu nevniliga eini »forvirraðari« brugdu inni millum grótkastini. Neyðardýrið er helst vorðin heilt óð í høvdinum av øllum ganginum frá árum og skrúvum hvørt um annað.

So legði flotin suður eftir Sundalagnum. Summir róðu, aðrir sigldu. Skjótt sást, at kappróðrar manningarnar, sum vant hava alt summar, vóru væl fyri og struku avstað. Summir vóru so knáir, at teir róðu frá restini av flotanum.

Spennandi fór at verða, hvussu fór at standa til, tá farast skuldi um Streymin. Mundu teir fara at klára at rógva suður um?

Jú, tað gekk upp á stás hjá teimum flestu. Onkur hendingur var, sum fekk eitt sleið, men allir komu suður um so ella so.

Og at áhugin fyri tiltakinum var stórur, sást skilliga á teirri fjøld, sum fylgdi við av landi. Bilar vóru alla staðni at síggja fram við Sundalagnum suðureftir, og brúgvin um Streymin var loðin av fólki, tá flotin fór suðurum.

Sunnan fyri Streym varð lagt stilt eina løtu. Hetta var jú eisini útferð, og tað sást skilliga. Fólk hugnaði sær umborð á ymsu bátunum.

Men ikki var at bíða ov leingi. Hildið varð, at betri fór at vera at hvíla í Hósvík. Og so helt allur flotin leiðina til Hósvíkar, har bátahylurin rættiliga skjótt fyltist.