Í øllum Evropa eru umhvørviskrøvini frá ES til lakkering av bilum nógv herd, og tey verða enn strangari í 2010. Hetta hevur Reyni Service tikið í álvara, og longu nú lýkur plátu- & lakkverkstaðurin krøvini, sum koma í gildi næsta ár.
Tað er soleiðis, at í lakki eru organisk loysingarevni, sum lætt fordampa. Í hesum útlátinum eru nógv evni, sum bæði dálka luftina og eru skaðilig fyri fólk at anda í seg.
Fyri at verja umhvørvið og tryggja heilsuna hjá teimum sum lakkera bilarnar, hevur plátu- & lakkverkstaðurin hjá Reyni Service í Hoyvík valt einans at lakkera bilar við góðkendum lakki frá DuPont Refinish.
Tað er LakGruppen í Danmark, ið umboðar DuPont, sum í Føroyum verður umboðað av Vøruhúsinum.