Reyni Service spreingir út

Fyri at betra um parkeringsumstøðurnar við bygningin, fer Reyni-Service í næstum undir at spreingja út omanfyri framsýningarhøllina

Síðani búskaparliga kreppan hæsaði av miðskeiðis í nítiárunum, er virksemi her á landi økt rættuliga nógv.

Ein av teimum vinnugreinum, sum tá rættuliga tók dik á seg, var bilasølan, sum nærum hevði staðið í stað síðani seinast í áttatiárunum.


Ov trongt

Reyni-Service uppi í Hóyvík, er einki undantak í so máta, og ein av avleiðingum av øktu søluni hjá teimum hevur verið, at tað ofta tyikist heldur trongligt á parkeringsøkinum framman fyri bygningin, har brúktir bilar, bilar hjá starvsfólkum og bilar, sum skulu á verkstaðin, hava staðið.

Fyri at betra um umstøðurnar, hevur Reyni-Service nú gjørt av, at spreingja út omanfyri bygningin, soleiðis at nýtt parkeringsøki skal gerast.

Ætlandi skal nýggja parkeringsøkið gerast ájavnt framsýnignarhøllini í hædd, soleiðis at hetta lættir um atgongdina hjá viðskiftafólki. Koyrandi verður sostatt til framsýningarhøllina í báðum borðum.

Har umframt er so eisini ætlanin, at bilar hjá starvsfólki og bilar, sum skulu á verkstaðin, skulu standa á nýggja økinum, soleiðis at ruddiligari og víðari verður út móti vegnum.


Liðugt í summar

Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni-Service, sigur við Sosialin, at perkeringsøkið hevur verið í minna lagið seinnu árini. Tískil hava teir í eina tíð havt í umbúna at víðka um parkeringsøkið, og nú grannin, Balslev, fer í holt við líknandi spreingiarbeiði, er so líka til, at alt verður gjørt um eina leið.

Víðari greiðir Eivind frá, at tað enn ikki er avgjørt, nær arbeiðið skal gerast, men hann vónar at hetta verður liðugt tá tað fer at líða móti sumri.