Í dag tekur Sámal av Reyni við sum nýggjur stjóri í Reyni Service.
Sámal tekur við eftir pápan, Eivind av Reyni, sum hevur verið stjóri síðan 1973. Nú eru tað Sámal av Reyni og Árni Rasmussen, sum saman leiða fyritøkuna.
Reyni Service er ein rættiliga gomul fyritøka, sum hevur røtur aftur til 1947, tá Sigird av Reyni stovnaði fyritøkuna, sum tá umboðaði ensku Morris bilarnar. Í sambandi við stjóraskifti verður móttøka hjá Reyni Service frá kl 10-12.