Reyni Service hevur nú fingið eitt lýsingarskelti við Ringvegin í Havn, á økinum teir herfyri keyptu frá P/F Meinhardt Arge.
Í løtuni koyra tríggjar ymiskar lýsingar, ein um bilútleigan, ein um upprætting og lakkering av bilum, og ein um Corolla 25 átakið, ið samband við at 25 ár eru liðin, síðan Reyni Service fekk umboð fyri Toyota.
Ætlanin er, at lýsingarnar verða skiftar út fjórðu hvørja viku við ymiskum lýsingum og tilboðum hjá fyritøkuni, sigur stjórin hjá Reyni Service, Eivind av Reyni.










