Reyni Service í altjóða Toyota stíli

Bilasølan hjá Reyni Sevice, sum hevur hildið til í leigaðum hølum á Hjalla síðan 7. apríl í ár, flytir nú inn í ein stásiligan nýggjan bygning, sum er bygdur í niðara enda á virkisbygninginum hjá Reyni Service í Hoyvík

Fríggjadagin 19. desember verður móttøka í nýggja sølubygninginum hjá Reyni Service í Hoyvík. 


Nýggi bygningurin er gjørdur í samráð við Toyota, eftir tí teir nevna »Retail Concept«, og bygningurin líkist øðrum Toyota bilasølum úti í heimi við øllum tí sum har til hoyrir.


Inni í stóra framsýningarhølinum er kundamóttøka til innskriving til verkstaðið og avgreiðsla av eykalutum. Har eru eisini stórir sjónvarpsskíggjar og teldur til kundarnar at nýta, eins og playstation til børnini og ein »lounge« til kundarnar at hugna sær við kaffi og bløðum.


Framsýningarhøllin hjá bilasøluni hjá Reyni Service er upp á tilsamans 440 fermetrar og eykalutagoymslan er á 200 fermetrum.


Í framsýningarhølunum er pláss til 10-12 bilar. Stóra framsýningarhølið er partvís í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er umsiting og fundarhølir.


Reyni Service er ein gomul fyritøka, sum tey fyrstu yvir 30 árini helt til í Rættará, og nú hevur fyritøkan verið í Hoyvík 30 ár.


Hóast bygningurin í Hoyvík fleiri ferðir hevur verið víðkaður, umbygdur og dagførdur, er hetta størsta útbygging og nútímansgerð, sum nakrantíð hevur verið gjørd her á staðnum, sigur Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service. 


Móttøkan verður fríggjadagin 19. desember kl. 14. - 17. Øll eru vælkomin at síggja okkara nýggja bygning. Eisini verður høvi at heilsa uppá verkføraran Heðin Hansen, ið hevði 25 ára starvsdag herfyri. 


Á skránni verður m.a. livandi tónleikur, røður og okkurt leskiligt til matna. Skráin fyri dagin byrjar kl. 13.55, tá Bet You Are William spæla, 14.15 bjóðar Eivind av Reyni vælkomin, og kl. 14.30 heldur Bjarni Djurholm røðu. Eftir tað syngja Laila av Reyni og Bet You Are William.