Reyni Service í Hoyvík. Í dag eru 75 ár síðani at fyritøkan varð stovnað

Reyni Service 75 ár í dag

Fyri 75 árum síðan bleiv bilasølan Reyni Service sett á stovn. Tað var Sigird av Reyni, sum stovnaði fyritøkuna  tann 1. februar í 1947. Nú er tað triðja generatión við Sámali av Reyni sum stjóra

Reyni Service í Hoyvík. Í dag eru 75 ár síðani at fyritøkan varð stovnað

Sigird av Reyni varð borin í heim 8. september 1916, sonur Jens av Reyni í Havn. Sum ungur fór hann í elektrikaralæru á el-verkstaðnum á Rundingi í Havn. Seinni fer hann niður til Danmarkar at útbúgva seg víðari sum el-installatørur. Hann arbeiddi eina tíð hjá einum av stovnarunum av DOMI (Dansk Oversøisk Motor Industri) í Glostrup, og áðrenn hann kom aftur til Føroya, hevði hann gjørt avtalu við teir um at umboða ensku Morris bilarnar í Føroyum.

 

Tá hann kom heimaftur í 1946, yvirtók hann verkstaðin og bygningin hjá pápa sínum í Rættará, og í februar 1947 læt hann upp har við bilverkstaði og el-installatørvirki.

 

Virksemið var stórt á verkstaðnum, og hóast Sigird alla tíðina hevur havt umboðið og søluna um hendi, hava aðrir havt verkstaðin undir hond ávís tíðarbil, fyrst Frits Jensen, síðan Sverri Djurhuus. Sigird hevði bæði sveinar og lærlingar í arbeiði á el-installatørvirkinum. Av og á avloysti Sigird sýnsmennirnar hjá Tryggingarsambandinum.

 

##med2##

 

Í 1969 var Eivind, sonur Sigird, útlærdur sum bilsmiður. Hann hevði verið í læru hjá Frits Jensen  í Gundadali og yvirtók nú bilverkstaðin.

 

Við tíðini gjørdist ov trongligt í Rættará, og sum fráleið varð nærum líka nógv arbeiði gjørt úti á vegnum sum inni á verkstaðnum. Hetta kundi ikki halda á, og ætlanir vóru

 

lagdar um at byggja nýggj hølir til fyritøkuna. Reyni Service umboðaði tá British Leyland bilarnar Morris, MG, Wolseley, Rover og Jaguar.

 

##med3##

 

Eitt grundøki var fingið til vega í Hoyvíkshaganum, og í 1978 flutti Reyni Service inn í ein stóran bygning við Vegin Langa.

 

Í 1980 fingu teir umboð fyri Toyota. Í sambandi við at sølan av Toyota øll árini hevur verið sera góð, er virkisbygningurin fleiri ferðir útbygdur.

 

Fyritøkan er býtt upp í deildir sum t.d. bilasølan, eykalutagoymslan, mekaniski verkstaðurin, plátu- og lakkeringsverkstaðurin og Ditec, umframt skrivstovu og fyrisiting.

 

Umframt Toyota selur Reyni Service eisini Lexus og heldur til í Hoyvík og í Klaksvík.

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Reyni Service í Hoyvík. Í dag eru 75 ár síðani at fyritøkan varð stovnað

Ein Morris lastvognur til Shell verður hivaður í land

Sigird av Reyni stovnaði Reyni Service í 1. februar í 1947

Sverri Djurhuus og Frits Jensen, kendur sum Bugli-Jensen, uttan fyri verkstaðið í Rættará

Sámal av Reyni, stjóri í Reyni Service er triðja ættarliðið í fyritøkuni

Ein Morris Oxford frá umleið 1950

Feðgarnir Eivind og Sámal av Reyni

Lýsing frá Sigird av Reyni