Í morgin millum klokkan 10 og 12 sendir FM1 beinleiðis frá Reyni Service í Hoyvík, sum hátíðarheldur 40 ár sum umboð fyri Toyota í Føroyum.
Til ber at lurta við tá prátað verður við m.a. Sámal av Reyni, Eivind av Reyni, Halleluja Sofus og onnur, sum starvast ella hava starvast hjá Reyni Service. Eisini verður tosað við onkran kunda, sum hevur koyrt við Toyota-bili næstan øll hesi árini.
Eisini verður ein kapping, har vinningurin er gávukort frá Reyni Service umframt Búff og Bowl fyri 2 persónar í Bowlinghøllini á Hálsi.
Spurningurin verður settur í sendingini og til ber at senda svarið inn á 559999.
Eisini er møguligt at seta spurningar umvegis sms-skipanina.