Fyritøkan flutti í 1978 í nýggjan bygning við Vegin Langa. Grundøkið var 5000 fermetrar og gólvvíddin á bygninginum var 1300 fermetrar. Í dag er samlaða gólvvíddin uml. 4000 fermetrar. Reyni Service hevði hildið til í Rættará síðan 1947, so tað var ein ómetaliga stór broyting at flyta inn í nýggja bygningin. Í 1978 arbeiddu tilsamans 12 fólk í fyritøkuni, í dag eru tey umleið 50. Reyni Service seldu bilmerkini Morris og Leyland. Í 1980 fingu teir Toyota, og fyri nøkrum árum síðan fingu teir eisini Iveco.