Reykjavík skal hava fleiri vakmyndatól

Vakmyndatólini í miðbýnum í Reykjavík hava verið hent hjá løgregluni og ákæruvaldinum, síðani tey komu. Nú skulu tey gomlu endurnýggjast, samstundis sum fleiri koma afturat

Fyri løgregluna eru fyrimunirnir tvinnir, tá tað snýr seg um at hava vakmyndatól í miðbýnum, sigur Hörður Jóhannesson, sum er varaløgreglustjóri í høvuðsstaðarumráðnum, við Morgunblaðið.

-Tað kann vera gott av hava eina upptøku, um eitt ella annað er hent, men hóast tað kann vera langt ímillum hendingarnar, so mugu vit siga, at teir mest álvarssomu tilburðirnir, sum vit hava havt, rættvísgera, at vit seta tólini upp, sigur varaløgreglustjórin. Hann vísir á, at stundum hevur løgreglan kunnað brúkt upptøkur til at uppklára mál og serstakliga harðskapsmál.

-Hin fyrimunurin fyri okkum er, at miðbýurin og náttarlívið krevja eftirlit, og í hesum viðfangi hava vit brúkt vakmyndatólini til at fylgja við, hvat hendir og at leggja uppí, tá tað gerst neyðugt.

Tey fyrstu vakmyndatólini í mibýnum í Reykjavík vórðu sett upp í 1998, men tey nýggju eru meiri framkomin, og harafturat verða nøkur sett upp afturat nærhendis vertshúsunum. Men varaløgreglustjórin leggur dent á, at endamálið er ikki at njósnast.

-Hetta snýr seg ikki um at hava eftirlit við fólki. Talan er ikki um at halda eygað við einstøkum einstaklingum. Upptøkurnar verða goymdar í 30 dagar, eingin hevur atgongd til teirra uttan vit, og eingin fær avrit av teimum. Heldur ikki kommunan, sum eigur tólini, sigur Hörður Jóhannesson.

Upprunaliga skuldu tey gomlu vakmyndatólini skiftast út í 2008, men kreppan gjørdi, at tað mátti útsetast. Tað er Reykjavíkar kommuna, sum rindar.