Tað er EU, ið hevur kosið 9 býir at verða mentanarbýir ár 2000. At Reykjavík skal verða ?menningarborg?, var tó ikki einasta orsøk til, at Þórunn Sigurðardóttir, mentanarbýarstjóri, og Helga Jónsdóttir, býráðsskrivari, hittu umboð fyri Norðurlandahúsið og Tórshavnar Býráð.
Eitt ávíst samstarv er nevniliga millum Reykjavík og Havnina á mentanarøkinum. Hesum greiddu Leivur Hansen, borgarstjóri og Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, frá. Longu nú er avgjørt, at føroysk list skal sýnast fram í Íslandi. Tónleikur sleppur eisini upp í part, eins og filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir, Bye Bye Blue Bird, eisini skal sýnast í Íslandi.
Taxi og RekTór
Enn er ikki greitt, hvat føroyingar sleppa at uppliva av íslendskari mentan, men møguliga sleppa vit at hoyra íslendskt symfoniorkestur leika føroyskan tónleik. Eisini er ætlanin, at íslendskur og føroyskur rocktónleikur skal ferðast millum londini bæði.
Greitt er, at Taxi skal til Íslands at leika, nú stevnan RekTór verður 6. maj. Hetta var eisini greitt, áðrenn teir gjørdust vinnarar av Prix Føroyar kappingini, siga umboðini fyri samstarvsbýirnar. Umframt at leika á stevnuni, so skal Taxi eisini vísa sínar tónleikaligu dygdir á ymsum spælistøðum í Reykjavík.
Samstarvsavtala
Umboðini fyri Havnina og Reykjavík fegnast um avtaluna teirra millum, ið snýr seg um samstarv um mentan, skúla og ítrótt. Hetta kemur eisini at fevna um Nuuk. Ein grunnur er, Tórshavn - Nuuk grunnurin, har søkjast kann um stuðul í hesum sambandi, og longu nú hava skúlaflokkar og fjølmiðlafólk verið avstað á henda hátt.
Um hálvan juni verður fundur í Reykjavík, har borgarstjórarnir í Nuuk, Tórshavn og Reykjavík hittast at geva hvør øðrum váttan um avtaluna. So vóna teir, at býráðini eisini halda hetta vera gott hugskot og taka undir við hesum.
Helga Jónsdóttir helt, at stórur áhugi er fyr samstarvinum. Hon væntaði, og metti hóskandi, at umboðini fyri býirnar hittast dagin eftir íslendska tjóðdagin 17. juni. Hon legði dent á týdningin av, at ung úr londunum hittast og knýta sambond.
Føroyingar merkja mentabýin
Ikki er óhugsandi, at føroyingar fara at merkja, at Reykjavík verður mentanarbýur. Umframt, at Þórunn Sigurðardóttir leggur dent á at fáa fleiri lond við í tiltakið, so metir hon tað møguligt at senda nakrar av framsýningunum og framførslunum hendaveg. Sum tema hava íslendingar valt mentan og náttúru. Kultur og natur.
Stjórin fyri mentanarbýartiltakið sigur, at arbeitt hevur verið við hesum í hálvtannað ár. Hon metir, at staturin og býurin spýta einar 150 milliónir íslendskar krónur í. 100 milliónir skulu tey fáa til vega sjálvi og so er stuðulin frá EU eisini til taks, men enn er ikki greitt, hvussu stórur stuðulin er. Partar av tiltakinum verða fíggjaðir við sponsorum. Hóast hetta er nokso nýtt í Íslandi, so hevur gingið væl.
Tórunn Sigurðardóttir vónar, at tað eydnast at skapa sambond millum fólk og stovnar, ið kunnu halda fram, eftir at mentanartiltakið er av. Eisini leggur hon dent á, at ikki ov nógv skal vera á skránni, tí so er vandi fyri, at einki fokus er og at ov fá fólk eru til tey nógvu tiltøkini.
1000 ára hald
Eisini íslendingar minnast Leiv Hepna og halda 1000 ára kristnihátíðarhald næsta ár. Í hesum sambandi hendir eisini okkurt í Amerka. Allar hesar mongu samanrenningar, væntar stjórin fyri mentanarbýin verða við til at seta Ísland á heimskortið. Hetta við hjálp av mentan, tí mentanarferðavinna er nógv frammi í hesum døgum.
Umframt nevndu hendingar í Íslandi, so hava eisini Symfoniorkestrið og Tjóðleikhúsið merkisdagar at hátíðarhalda komandi ár, so Þórunn Sigurðaardóttir hevur nóg mikið at taka sær av í fyrireikingunum til ár 2000 og samstarvið við Tórshavnar Býráð og Norðurlandahúsið.










