Tað er hugaligt at leita aftur á pláss, ið hava sett dám á tær upplivingar, tú hevur havt millum ár og dag. Soleiðis var eisini í januar mánaði. Tá skuldi eg ein túr til Íslands í arbeiðisørindum.
Ringdi til Linu fastir, sum alt sítt lív hevur búð í Reykjavík, og áðrenn hálvtalað var orð, høvdu vit báðar gjørt av, at eg skuldi búgva hjá henni í staðin fyri á hotelli. Og tað var ikki eiti á blíðskapur, hon og maðurin Baldvin sýndu hesar dagar.
Endamálið við ferðini var fyrst og fremst at hitta Tórunn Sigurðardóttir, sum samskipar Listahátíð Reykjavíkar. Vit báðar høvdu bert samskiftst í telefonini, so bilsin gjørdist eg at síggja, at hetta var sama Tórunn, sum hevði hildið skeið í Føroyum í august mánaði sama ár, sum Norðurlandahúsið lat upp í 1983! Tá skipaði MáF fyri norðurlendskum ungdómsskeiði í Føroyum. Undirvísarar vóru núverandi stjórin í Norðurlandahúsinum Helga Hjørvar og so Tórunn.
Nú hevur hon drúgvar royndir í at samskipa Listastevnur. Hevur arbeitt við tí í fleiri ár. Í 30 ár hevur Reykjavík havt sína Listastevnu. Nú fara vit at seta sjøtul á! So eg fekk nógv góð ráð frá Tórunn.
Tórunn er gift Stefani Baldurssyni, sum er stjóri í Tjóðleikhúsinum. Hann bjóðaði mær til tríggjar sýningar:
?Antigone?, grikskur sorgarleikur í nútíðar uppseting, - viðgjørdi trupulleikan á Balkan, - ein stórfingin og ógvuslig uppseting hjá Kjartani Ragnarsson. Kjartan er ikki ókendur í Føroyum, hann hevur m.a. skrivað leikirnar Seymistovan og Barnalán, sum Havnar Sjónleikarfelag setti upp fyrst í áttatiárunum, við Elini Mouritsen sum leikstjóra.
Hetta kvøldið kom eisini at gerast serstakt, tí seinnapartin sama dag hevði eg fingið deyðsboðini av mínum góða vinmanni Sverra Egholm. At vera so langt heimanífrá og fáa slík boð var skelkandi.
Hendan løtan í Tjóðleikhúsinum fekk meg at minnast, minnast løtur á ferð, minnast góðar løtur, bæði privat og í MáF og NAR høpi.
Fyrstu ferð, eg var í Tjóðleikhúsinum, var, tá ið Havnar Sjónleikarfelag í 1989 varð boðið til Íslands við Framá, har ið Sverri var ein av leikarunum. Og nú sat eg og sá Antigone og mintist, tá ið Sverri spældi Kreon í Norðurlandahúsinum.
Hetta kvøldið leikti kendi íslendski sjónleikarin Arnar Jónsson Kreon.
Ein annar leikari í Antigone var Kristbjørg Kjeld. Minnist so væl einaferð, tá ið eg mundi vera eini 12 ára gomul, at hon saman við føroyskum skyldfólki var inni á gólvinum hjá okkum í Gøtu, og hvussu hugtikin eg var av henni. Seinni var eg so heppin at hitta hana í samband við sjónleikin Glataðu spælimenninir, sum Eyðun Johannesen leikstjórnaði í Norðurlandahúsinum í 1993.
Síðani varð høvi at síggja leikin ?Med Fulla Vasa af Grjóti? eftir írsku skaldakonuna Marie Jones. Ein spennandi uppseting við bert 2 leikarum, sum høvdu ta kravmiklu uppgávuna at spæla átta ymiskar leiklutir. Leikstjóri var írin Ian Mcelhinney, maður Marie Jones. Tað er ikki eiti á, sum írsk sjónleikarlist er frammi beint nú! Seinasta heyst setti Gríma upp leikin ?Krypilin frá Inishman? eisini eftir ein ungan íra, Martin McDonagh. Hesi bæði írsku listafólkini gera av sonnum innrás í leiklistaheimin í løtuni! Báðir leikirnir hava tað til felags, at teir fáa drigið ta atdráttarfullu megina, sum filmsleiklistin hevur, upp í leikin, um tað so er sæð úr ymsum sjónarhornum. Gleði meg at sleppa til Írlands á páskum!
Triðja sýningin var ein venjing av leikinum ?Já, Hámingjan? eftir íslendska rithøvundan Kristian Tórð Hrafnsson. Ein áhugaverd og stuttlig sýning við bert 2 leikarum, Pálmi Gestsson og Balduri T. Rheinsson. Leikstjóri: Melkorka Tekla Ólafsdóttir.
Dagin eftir hitti eg operasangaran Ólafur Kjartan Sigurðsson, sum kemur at syngja á okkara listastevnu í august saman við Rúna Brattaberg. Ólafur og Rúni hittust fyrstu ferð til framførslu av Jesus og Makedonarin í Norðurlandahúsinum, og teir fingu tá hugskotið at syngja Gluntarne eftir G. Wennerberg. Ein konsert verður í Íslandi í august, áðrenn komið verður til Føroya. Áhugavert, at ein íslendskur og ein føroyskur opersangari finna saman!
Stundir vóru eisini at vitja mína góðu vinkonu Sigrun Valbergsdóttir, sum fleiri føroyingar munnu minnast frá góðum uppsetingum fyri bæði Havnar Sjónleikarfelag og Klaksvíkar Sjónleikarfelag.
Sigrun starvaðist alt árið 2000 við tiltakinum Reykjavík sum Mentanarbýur. Hon hevur havt úr at gera, men leggur nú síðstu hond á frágreiðing og niðurstøðu.
Vit, sum kenna Sigrun, vita at hon setur seg ikki hendur í favn, tá ið ein uppgáva er lokin. Hon er longu farin undir at leikstjórna nýskrivaðan íslendskan leik við bólkinum ?Hugleikur?, sum vitjaði MáF á 25 ára føðingardegnum við tí sjáldsama leikinum ?Sálir Jónanna ganga aftur?.
Eisini greiddi Sigrun frá, at hon var biðin um at leikstjórna útvarpsleikir fyri menningardeild Ríkisútvarpsins og Útvarpsleikhúsið! Í oktober og november síggi eg í einum yvirliti, at settir vórðu upp 6 nýggir útvarpsleikir og 2 endursendir. Í oktober vórðu leikir eftir kenda bretska leikritahøvundan Harold Pinter útvarpaðir, og haraftrat vórðu sendir fyrilestrar um hann í sambandi við, at hann fylti 70 ár hin 10. oktober.
Í november vórðu leikir, sum íslendskar skaldakonur hava skrivað, á skránni. Evnið var konur um konur, og allir skrivaðir á persónligan hátt um samtíðina - í fjølbroyttum sniði, har konan er miðdepilin.
Sigrun greiddi víðari frá, at hon í mai mánað fer niður á meginlandið at kanna, hvussu har verður arbeitt við útvarpsleikum.
So nógv gjørt burturúr!
...og eg hugsaði mítt -
Hvar blivu okkara útvarpsleikir av?
Vit høvdu eina tíð í Føroyum, har Útvarpið legði stóran dent á og brúkti nógva orku uppá hoyrispøl, sum vit ofta kallaðu tað. Hetta var við til at menna leiklistina, okkara rithøvundar og leiklistarfólk, og hetta mundi eisini vera ein orsøk til, at sjónleikurin og tey, sum fingust við sjónleik í Føroyum, mentust hesi árini.
Hvør minnist ikki Gregory-málið í fleiri pørtum, sum varð sent leygarkvøld, og har flestu føroyingar sótu sum negldir til útvarpstólið, til greiða til endans fekst á, hvør mordarin var? Eg kundi nevnt so mong onnur dømi.
Men so kom sjónvarpið, og áhugin fyri útvarpsleikum hvarv, hildu summi.
Er tað ikki stórt spell, at ein so týðandi táttur innan leiklistina er ikki til í Føroyum í dag? Gamaní eru onkrar hissini endursendingar og eisini ljóðmyndir at hoyra. Onkur nýggjur útvarpsleikur er sendur seinastu árini, men teir eru sum lundi á jólanátt.
Aðrir leikir hava eisini verið sendir, ofta við útvarpsmanningini sum leikarum, men tað er ikki tað sama at seta seg at lurta eftir einum útvarpsleiki og hoyra somu røddir, sum lesa tíðindi og varpa út aðrar sendingar. Hvar er kreativiteturin?
Mong teirra, sum vit minnast frá teimum góðu, gomlu útvarpsleikunum, eru ikki okkara millum meira. Men sjónleikurin livir við sítt fríska lív, og vit eiga nógvar evnaríkar sjónleikarar og rithøvundar í landinum, so tað hevði neyvan staðið á, um vilji var til at fáa lív aftur í útvarpsleikir. Her snýr tað seg um prioritering!
?-
Gott er av á at koma burturúr gerandisdegnum, fáa íblástur og síggja, hvat er á dagskránni aðrastaðir.