Føroyski sangfuglurin, Jógvan Hansen, sum bert var eina hársbreidd frá at vinna íslendsku Eurovision-kappingina staðfestir, at Reykjavík og Ísland sum heild, kann bæði verða ein summaruppliving, og ein vetraruppliving. Jógvan Hansen, sum óivað er kendasti føroyingurin í Íslandi greiðir frá: – kemur ein um veturin, so finst ein ein góður skíðmiðdepil, sum nevnist Bláfjøll, har ein kann standa á skíðum, sletu, kavafjøl, og hvat enn ein hevur hug at gera ella rokast við í kava. Ferðavinnan í Íslandi hevur nógv ymisligt at bjóða. Tú kanst leypa út í fallskýggja, og tú kanst eisini velja flúgva ein túr runt í einum minni flogfari, her á Reykjavíkar-leiðini. Men ynskir føroyski ferðamaðurin eina meira róliga uppliving, so ber sjálvandi til at fara til handils her í Reykjavík. Mest uppløgdu handilsmiðini hjá føroyingum er at fara í báðar teir kendu handilsmiðdeplarnar á Reykjavíkar-leiðini, sum nevnast “Kringlan” og “Smáralind”. Hesir handilsmiðdeplarnir hava eitt ógvuliga stórt úrval til tann vanliga ferðamannin.
Hin alternativi Laugarvegurin
Er ferðamaðurin meiri hugaður fyri tí alternativa, so eigur ein halda seg til Laugarvegin, sum liggur í miðbýnum í Reykjavík. Tað er ein ótrúliga stuttlig og øðrvísi uppliving at ganga runt í teimum alternativi krambúðunum á Laugarvegnum. Handilin “Spakmansspjarrir” er nakað heilt fyri seg. Sniðgevarnir, sum hava arbeiða har hava gjørt sniðgivin klæði til kvinnur og menn, sum eru kend millum manna. Sniðgevarnir hava m.a. gjørt klædnapløgg til norsku Sissel Kyrkjebø, íslendsku Bjørk, okkara Eivør Pálsdóttir og Pink. Jógvan Hansen fekk sjálvur heiðurin at verða fyrsti maðurin, sum hevði eitt sniðgivið klædnaplagg frá hesum serstaka handli. Men skal ein keypa okkurt í “Spakmansspjarrir”, so skal gravast djúpt niður í lumman. Reykjavík hevur kortini nakað til pengapung, sum ikki er so yvirfyltur við pengum. Reykjavík hevur eisini nakað til fólk, sum hava ymiskan stíl. Og tað er lætt at finna tað, sum ein leitar eftir í tí íslendska høvuðsstaðnum. Ein kann antin fara til Kringluna ella Smáralind. Hin leiðin er at fara oman á Laugarvegin. Reykjavík hevur eisini ymisk kostnaðarstøði, tá tað kemur til at eta ein betri, ella rættari sagt ein nógv betri bita. “Perlan”, matstovan sum spakuliga mælir í kring, “Hummarahúsið”, sum hevur hummararættir av øllum hugsandi slagi, og “3 frakkar”, sum javnan hevur stórhvalatvøst á matarlepanum eru væl kend manna millum.
Á bláman
Jógvan heldur, at fólk sum koma til Ìslands eiga avgjørt at royna tær góðu svimjihallirnar, sum eru kring alt Ìsland, og so avgjørt eisini teir heitu pottarnar. - Tað eru nógvar svimjihallir í Reykjavík, og tær flestu av teimum, eru á einum høgum støði. Á venjingarmiðstøðini “World Class” er eitt saunaspa, sum Jógvan vil viðmæla øllum at royna. À World Class hava tey eisini eina framúrskarandi matstovu, og eru hyggjuráðini, at ein bíleggur borð til aftaná viðgerðina. Tilboðini, sum eru á breddanum eru ikki av teimum bílagastu á World Class, men Jógvan heldur, at tað er vert hvørja krónu at fáa sær ein góðan bita har. Jógvan heldur tað eisini verða sjálvsagt, at føroyingar vitja Bláa Lónið, sum við tíðini er blivið eitt hitt kendasta ferðamálið í Íslandi. Tá familja, vinir og kenningar vitja í Íslandi er Jógvan mangan aftur í Bláa Lónið og vitjar, og Bláa Lónið er avgjørt eitt stað, ein ikki troyttast av. Íslendska krónan er framvegis lág, og tað gevur eisini føroyska ferðamanninum, sum er staddur í Íslandi ein eyðsýndan fyrimun. Føroyingar eru eisini sjáldsama vælkomnir í Íslandi. Søguligi bondini, og ættarbondini millum londini eru eisini sterk, og um enn ikki tað gongur at samskifta beinleiðis á føroyskum og íslendskum, so ber til at samskifta á onkrum øðrum grannamáli. Og so er ikki at gloyma hitt tiltikna lánið, sum hevur gjørt, at føroyska stjørnan í Íslandi er størri enn nakrantíð.