Reyes fer til Madrid

Spanska stjørnan hjá Arsenal Jose Antonio Reyes hevur ongantíð lagt skjól á, at hann vil sleppa úr Arsenal og aftur til Spania, og sambært Real Madrid spælir hann hetta kappingarárið í kongafelagnum.Avtalan er sambært Real Madrid, at felagið lánir Reyes komandi kappingarár, við møguleika fyri síðan at keypa spaniumannin Arsenal lænir somuleiðis ein leikara frá Real Madrid, nevniliga brasiliumannin Julio Baptista, felagið hevur somuleiðis møguleika at keypa Baptista tá kappingarárið er av. 24 ára gamli miðvallarin Baptista er ikki partur av ætlanum hjá nýggja Real venjaranum Fabio Capello.