Reyðvín kann gera teg klænari

Nýggj granskin gevur ábendingar um, at vín í moderatum mongdum kann gera teg klænari

Granskarar á Oregon State University í USA hava funnið fram til, at vín í moderatum mongdum kann viðvirka til, at tú verður klænari.

Tað er ellaginsýran, sum finst í eitt nú reyðvín, sum hevur gagnliga ávirkan á evnisbrenningina í kroppingum og kann steðga fitikyknum at menna seg. Harvið kanst tú klænka.

Men dentur verður eisini lagdur á, at talan er um vín í smáum nøgdum.