Reyði Krossur vónar stóra undirtøku

Formaðurin, Hjalti í Jákupsstovu vónar og væntar, at føroyingar fara aftur at roynast væl til eina landsinnsavnan

Í morgin klokkan 10 byrjar tann stóra landsinnsavnanin hjá Reyða Krossi. 

 

Reyði Krossur Føroya vónar, at fólk stuðla landsinnsavningini við at hava tøkan pening heima. Eisini ber til at senda pening umvegis heimasíðuna reydikrossur.fo.

 

Formaðurin í Reyða Krossi Føroyum, Hjalti í Jákupsstovu er vónríkur um, at føroyingar aftur hesaferð fara at verða gávumildir, og fara at stuðla av fullum huga.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Hjalta í Jákupsstovu, formann í Reyða Krossi.