Tað er í dag, at Reyði Krossur kring alt landið savnar inn pening til vælgerandi endamál.
Í Klaksvík hevur hetta frívilliga arbeiðið verið væl skipað av m.ø. Per Jacobsen, sum leggur innsavningarleiðirnar væl tilrættis fyri tey mongu, sum trúliga ár undan ári møta upp til innsavningardagin.
Dagurin byrjar við einum góðum kaffimunni hjá Jórun og eini góðari røðu - Hesaferð var tað Signhild V. Johannesen, sum helt røðuna.
Væl hýrd fór eitt væl skipað lið at savna inn pening, hvør við síni farleið at ganga, ið Per Jacobsen hevði lagt teimum til rættis.