Tá Reyði Krossur sunnudagin hevði landsinnsavning í Danmark lótu danir 25,5 milliónir krónur í bússurnar hjá hjálparfelagsskapinum. Hetta er nýtt met í Danmark, upplýsir Reyði Krossur Danmark í kvøld.
Ikki bara er talan um nýtt met, men gamla metið frá í fjør varð so væl og virðiliga sligið. Danir góvu nevniliga fimm milliónir meira í bússurnar í ár enn undanfarna ár, og átta milliónir krónur meira enn í 2013.
- Vit eru bæði stolt og eyðmjúk yvir, at danir velja at lata okkum so nógvan pening til okkara hjálpararbeiði. Vit hava í ár havt umleið 8.000 fleiri innsavnarar enn í fjør, og tað hevur gjørt ein stóran mun. Ein stór tøkk til øll teirra, ið gingu á gøtunum, og til øll teirra, ið koyrdu pening í bússurnar, sigur aðalskrivarin í Reyða Krossi, Anders Ladekarl.
Tað er ikki bara í Danmark, at undirtøkan fyri hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi slær met. Fríggjadagin upplýsti føroyska deildin av Reyða Krossi, at eisini føroyingar hava latið pening sum aldrin áður. Harumframt upplivdi felagsskapurin fyri fyrstu ferð nakrantíð, at tað var gravgangur eftir at sleppa at hjálpa við innsavningini.
Føroyingar lótu 1,414 millión krónur í stuðul til Reyða Kross, ið er munandi meira enn gamla metið, ið var 833.000 krónur.
- Vit eru sera takksom um hendan stóra stuðulin til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, segði Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi Føroya, fríggjadagin.
Danski aðalskrivarin er ikki í iva um, hví innsavningin hevur eydnast so væl í ár.
- Eg eri ikki í iva um, at tað sterka fokusið, ið hevur verið á neyðarsligu umstøðurnar í og rundanum Sýria, og tann flóttafólkastreymur, ið vit hava verið vitni til, hevur verið sterkt viðvirkandi til fleiri innsavnarar og góða úrslitið.