Reyða kortið spilti spælið

Dysturin hjá B68 í gjár bleiv oyðilagdur av einum reyðum korti, sum kom longu aftaná 22 minuttir. Her eru leikarametingarnar hjá B68.

Reyða kortið til Mads Rosenberg aftaná 22 minuttir oyðilegði dystin fyri toftamenn. B68 hevði annars fingið eina fína byrjan uppá dystin og tríggjar ferðir høvdu teir stórar málmøguleikar til at leggja seg á odda.

 

Eftir reyða kortið ráddi tað mest um at binda um heilan fingur hjá B68. Teir stríddust eisini væl, men hóttu lítið B36.

 

 

Kristian Joensen 3 : Var í fleiri førum tryggur tá hann kom út úr málinum. Má tó taka ábyrgd fyri tað seinasta málið hjá B36, tá ein B36 leikari ótarnaður sleppur at seta fótin á bóltin í 5 metrinum.

 

Niklas Poulsen 4 : Hevur veruliga bitið seg fastan á høgra bakki. Stríddist væl og hevði gott tamarhald á sínum verjustøðum. 

 

Kristian Anton Andreassen 3 : Er umskúlaður frá vongspælara til vinstra bakk. Gjørdi tað eisini væl, men tað tekur tíð at umstilla seg til eitt nýtt pláss.

 

Jóhan Dávur Højgaard 3 : Stóð rættuliga væl í verjuni aftaná at B68 hevði fingið tað reyða kortið. Hóast B36 hevði bóltin væl meira, eydnaðist tað sjáldan at bróta B68 verjuna orduliga niður.

 

Mads Rosenberg 2 : Telist millum bestu verjuleikararnir í landinum. Reyða kortið spilti tó spælið bæði fyri Mads Rosenberg og B68.

 

Janus Mortensen 3 : Hevur á fyrsta sinni bitið seg fastan í bestu deildini. Ein dugnaligur fótbóltsspælari, ið veruliga vísti síni evnir tá B68 legði seg á odda. Tók eina góða renning frá miðvøllinum.

 

Evrard Blé 2 : Var við á liðnum aftur eftir skaðasteðg. Byrjaði eisini dystin væl, men bleiv fluttur fram í álopið aftaná at B68 fekk tað reyða kortið. Har tóktist hann heldur einsamallur.

 

Jann Ingi Petersen 3 : Stríddist væl og hevði ein góðan dag. Tað var tó tungt hjá B68 liðskiparanum og sínum viðleikarum at stríðast við einum manni í undirtali. Sær tó út til at vera væl fyri í ár.

 

Hákun Edmundsson 3 : Ein ungur evnaríkur leikari, ið eisini á fyrsta sinni spælir fast í bestu deildini. Ein dugnaligur fótbóltsspælari, ið er í stórari menning fyri hvønn dyst.

 

Ovi Brim 3 : Spældi í nýggjari positión frá byrjan. Byrjaði dystin sum áleypari og var eisini við til at leggja trýst á B36 verjuna. Aftaná tað reyða kortið bleiv hann tó fluttur aftur í verjuna, har hann eisini stóð stinnur.

 

Óli Olsen 5 : Dagsins leikari á B68 liðnum og kanska eisini á vøllinum. Arbeiddi væl allan dystin ígjøgnum, kom fram til 2 stórar málmøguleikar, umframt at hann skoraði 2 mál.

 

 

Samanumtikið: Eitt góðkent avrik, tá hugsað verður um at B68 spældu við einum í undirtalið í 70 minuttir av dystinum. B68 fekk eisini eina góða byrjan á dystin og tað er hugsandi at dysturin hevði verið munandi meira javnur um teir spældu 11 móti 11 allan dystin.