Reyðvín betrar um sexlívið

Kvinnur fáa betri sexlív, drekka tær reyðvín, siga serfrøðingar.

Ofta hoyrir mann, at rúsdrekka veikir kenslurnar, men sambært nýggja kanning er tað munur á, um ein maður og ein kvinna drekkur reyðvín. Um tú ert ein kvinna og drekkur 1-2 gløs av reyðvíni um dagin, so meina italskir serfrøðingar, at tú fært eitt betri sexlív, skrivar tidenskvinder.dk.

 

Kanningin varð gjørd á lærda háskúlanum í Firenze, har 800 kvinnur í aldrinum 18.50 ár vórðu fylgdar. Kvinnurnar skuldi svara einum spurnarblaði og greiða frá sínum sexlívi. Svarini og talið av gløsum av reyðvíni, tær drukku, vórðu samanborin, og tað vísti seg, at sexlívið betraðist við víninum. Kvinnur, ið drukku eitt glas um dagin, skoraðu 25,9 og tær, ið ikki drukku, fingu bara 24,4. Mann kundi skora 36 stig, har hægru tølini merktu eitt betri sexlív.