Ragnhild Olsen
?????????????
Eg eri nú um at vera liðug við skeiðið á Vetrarskúlanum á LO-skúlanum í Helsingør. Hetta hevur verið ein spennandi og hendingarík tíð, og man freistast til at siga, at var man ikki vinstrasinnaður áðrenn, ja so er ein tað nú. Her hevur man ikki nakran annan møguleika, tí snøgt sagt, so vænti eg tað er trupult at trívast her, um man ikki hevur »rættan lit!«
Ein vanligur dagur byrjar við at syngja sangir sum »Når jeg ser et rødt flag smælde«, ella »Snart dages det, brødre«, og um tað er ein serliga góður dagur syngja vit »Internationala«. Síðani er undirvísing, har kjakið ofta er merkt av, at arbeiðarin ikki hevur nóg góð kor, ella at Anders Fogh Rasmussen ikki umboðar tey veiku í samfelagnum, og í døgurðasteðginum er blaðið »Arbejderen« ein fastur táttur.
Hetta er gerandisdagurin, tá nógv ung, sum øll eru politiskt áhugað og brenna fyri politiskum- og fakfelagsarbeiði, skulu vera saman í 20 vikur.
Hetta við trivnaðinum er tó bara ein pástandur, og tað kundi verið spennandi, um onkur borgarligur tordi at taka avbjóðingina at afturvísa pástandinum. Dugi bara illa at ímynda mær tað í løtuni?
Vetrarskúlin
Vetrarskeiðið er eitt háskúlaskeið, sum er ætlað ungfólki, sum hava áhuga fyri fakfelagsarbeiði, politikki og umheiminum. Ætlanin við skeiðnum er at geva luttakarunum vitan um og førleika til at skilja trupulleikar og konfliktir í heiminum, og á skeiðnum verður stórur dentur lagdur á samhaldsfesti og at skilja aðrar mentanir.
Vetrarskúlin er partur av teimum skeiðum, sum LO-skúlin í Helsingør bjóðar. LO-skúlin í Helsingør varð tikin í nýtslu 28. mai í 1969, men longu í 1957 vóru ætlanir um at byggja henda skúlan. Arbeiðið at tekna skúlan varð bjóðað út í 1958, og hin navnframi Jørn Utzon, sum eisini hevur teknað operahúsið í Sidney, hevði tað besta uppskotið. Tað gjørdist tó ikki hann, sum kom at standa fyri arbeiðinum, tí hann um tað mundið fór undir operahúsið, men Jarl Heger og Karen og Ebbe Clemmensen, sum fingu aðru virðisløn.
Avgjørt varð, at sjálvt um skúlin var ein partur av arbeiðinum hjá LO, skuldi hann ikki vera fíggjarliga bundin at LO. Byrjað varð við nøkrum árligum skeiðum, har Vetrarskúlin var tað eina av teimum longru skeiðunum. Av tí gamla bygnaðinum er Vetrarskúlin nú tað einasta langa skeiðið, og tað einasta skeiðið, sum ikki er stórvegis broytt gjøgnum árini. Nú eru, umframt Vetrarskúlan, nøkur skeið sum LO skipar fyri, men ein stórur partur av inntøkuni hjá skúlanum kemur frá feløgum og arbeiðsplássum, sum leiga seg inn á skúlan at halda skeið.
Pláss er fyri 26 næmingum á Vetrarskúlanum, og tey síðstu árini hevur verið fullteknað. Á LO-skúlanum eru sera góðar umstøður bæði til tað fakliga og tað sosiala, og tað ger, at háskúlalívið blómar. Her á skúlanum er eitt serligt huglag, tað minnast nokk øll, sum hava verið her. Stemningurin er góður, hvønn morgun er morgunsangur, har sungið verður úr arbeiðarasangbókini, og um kvøldarnar er altíð okkurt áhugavert á skránni. Nógvir spennandi fyrilestrar hava verið, síðani eg byrjaði, og eisini er okkurt mentanarligt tiltak á skránni hvørja viku. Og um onki er á skránni, ja so eru altíð nógvir skeiðsluttakarar á skúlanum, sum ikki ætla sær at sita hendur í favn, so her nýtist einum als ikki at keða seg.
Spennandi frálæra
Undirvísingin er annarleiðis enn undirvísingin vit kenna heimanífrá, her eru vit sjálvi allatíð partur av sjálvari undirvísingini. Eitt av aðalmálunum er, at skeiðsluttakarin á Vetrarskúlanum sjálvur er við til at leggja undirvísingina til rættis, og tað krevur so eisini, at ein er aktivur og fyrireikaður hvønn dag. Men úrslitið av hesum er, at vit, tá vit eru liðug, hava lokið eitt VPG-skeið. VPG stendur fyri Voksen Pædagogisk Grundkursus, sum krevst her í Danmark, um tú ætlar tær at undirvísa í t. d. kvøldskúlum, ungmannafeløgum ella fakfeløgum.
Skeiðið er býtt upp í evni, m. a. hava vit havt um journalistikk og samskifti, demokrati og talu- og skrivifrælsi, politikk og religión og at skilja og virða aðrar mentanir. Harumframt hava vit tónleik, list og sjónleik. Eisini hava vit ymsar uppgávur her á skúlanum, m. a. at skipa fyri morgunsanginum viðhvørt, og at standa fyri onkrum tiltøkum. Harumframt geva vit, hvørja viku, okkara egna blað út, har vit skiftast um at vera blaðfólk og redaktørar.
Sum liður í at skilja aðrar mentanir er hvørt ár ein námsferð til eitt serstakt land, oftast lond har demokrati ikki er ein partur av gerandisdegnum, og har talu- og skrivifrælsið ikki er nøkur sjálvfylgja. Fyri tveimum árum síðani vóru tey í Burma, í fjør vóru tey í Bosnia, og í ár fara vit til Filipsoyggjarnar. Vit hava samband við ein filippinskan háskúla sum eitur Education For Life, og námsferðin er ein stórur partur av øllum skeiðnum. Heilt frá byrjan av fer ein partur av tíðini við at læra okkara filippinsku »vinir« at kenna, og eina viku eftir at vit eru komin aftur til Danmarkar, koma tey á vitjan her, so nógv skal fyrireikast bæði frá okkara og teirra síðu.
Filipsoyggjarnar
Háskúlin, Education For Life, sum vit fara at vitja, byggir á virðini frá danska háskúlasiðinum og hevur sum mál, at filippinsk ungfólk í framtíðini skulu læra at liva í einum demokratiskum samfelag við tí sum hartil hoyrir, og tað er hesum, vit á Vetrarskúlanum hava verið ein partur av síðani vit byrjaðu. Ætlanin er síðani at vit, tá vit eru á Filipsoyggjunum, skulu vera við til at seta nakrar ætlanir í verk, sum tey kunnu arbeiða víðari við, og at tey, tá tey koma til Danmarkar, skulu síggja, hvussu fakfeløg og áhugafeløg virka, og hvussu ein kann vera við til at stovna eitt áhugafelag.
Søgan er í stuttum, at Filipsoyggjarnar ikki fyrrenn í 1946, eftir fyrst at hava verið ein sponsk og síðan ein amerikonsk koloni, kundu velja teirra fyrsta forseta. Síðan tá hava Filipsoyggjarnar liðið undir Marcos-einaveldinum, og skiftandi stýrum, sum uttan úrslit hava roynt at innført jarðareigara-broytingar. Á Filipsoyggjunum er stórt fátækradømi, tey ríku eiga alla jørðina. Umleið ein triðingur av peninginum, sum kemur til landið, kemur frá filippinum, sum arbeiða uttanlands og senda pengar heim. Filipsoyggjarnar eru sostatt eitt nýtt og óstabilt demokrati, sum enn hevur langt eftir á leiðini til at gerast eitt demokratiskt land, har pláss er fyri øllum.
Ta síðstu tíðina hava vit brúkt til at fyrireika uppihaldið hjá teimum í Danmark. Í byrjanini kendist tað sera møtumikið at fara undir eina slíka uppgávu, nógv skuldi fáast upp á pláss, bæði hvat viðvíkur praktiskum viðurskiftum, og ikki minst, hvat viðvíkur persónligari uppfatan. Um vit ásanna tað ella ei, so hava vit øll sera nógvar fordómar og ymsar uppfatanir av, hvør er besti mátin at skilja aðrar mentanir, so áðrenn vit kundu fara í gongd, mátti man gera nøkur viðurskifti upp við seg sjálvan. Nakað sum er av alstórum týdningi í einum slíkum projekti er, at vit ikki skulu geva teimum ta uppfatan, at Norðanlond eru nógv betri enn Filipsoyggjarnar. Vit hava jú ikki einkarætt til, hvør rætti livihátturin er, og sjálvt um livistøðið her er hægri, og vit hava størri persónligt frælsi, so hava vit uttan iva nógvar trupulleikar at dragast við, sum tey ikki kenna til á Filipsoyggjunum. Men vit halda okkum vera á røttu leið nú og eru sera spent at fáa vitjan. Vit vóna, at tey kunnu brúka ta vitan, tey fáa her, og at tey koma at fáa nakað burturúr uppihaldinum. Hetta er avgjørt ein avbjóðing, sum vit av øllum alvi ætla at gjøgnumføra við so góðum úrslitum sum gjørligt.
Og nú gleða vit okkum til at fara til Filipsoyggjarnar. Tað verður spennandi endiliga at uppliva landið og fólkini, sum vit hava havt ovast á dagsskránni síðstu vikurnar. Eg kann hugsa mær, at tey eisini eru spent upp á at møta okkum. Tey hava eisini gjørt nógv burturúr at vit skulu fáa nógv burturúr uppihaldinum, so nú verður spennandi.
Og hvør veit? Kanska heimurin kemur til mín?