Tað er ikki bara ein nýggi forseti, ið skal veljast í USA í nátt, men skulu tinglimir veljast til bæði Kongressina og Senatið.
Meðan tað enn er torført at meta um hvør vinnur forsetavalið, so er tað longu greitt nú, at Republikanski flokkurin varðveitir meirilutan í Kongressini. Tað vísir seinasta forsøgnin hjá CNN.
Í løtuni hevur Republikanski flokkurin vunnið 120 sessir í Kongressini, meðan Demokratarnir hava vunnið 88 sessir. Hóast neyðugt er at vinna 218 sessir fyri at vinna meirilutan, so metir CNN, at Demokratarnir verða ov stuttir á hesum sinni.
Tað var eisini væntað frammanundan, at Republikanararnir fóru at varðveita meirilutan, og nú tykist spurningurin einans at verða um hvussu stórur hann verður.
Enn er ógreitt hvør vinnur meirilutan í Senatinum, har 34 út av 100 tinglimum skulu veljast fyri eitt seks-ára skeið.