Sambært nýggjari kanning hevði Danmark fingið aðra stjórn, var fólkatingsval nú Var val til Fóilkatingið nú, høvdu Socialdemokratarnir, SF, Tey Radikalu og Eindarlistin fingið meiriluta í Fólkatinginum við 88 umboðum.
Tað vísir ein meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV2.
Tann stóri vinnarin er sambært kanningini SF, sum hevði fingið 18,6 prosent og 22 tinglimir. Seinast fekk flokkurin 13 prosent. Socialdemokratarnir høvdu mist 0,1 prosent.
Vinstri hevði mist fimm umboð í Fólkastinginum, var val nú, og Konservativi Fólkaflokkurin hevði mist 0,5 prosent. Danski Fólkaflokkurin hevði harafturímóti fingið framgongd upp á 1,8 prosent.










