Reyður lastbilur horvin í Havn

Sunnumorgunin fekk Politistøðin í Havn fráboðan um ein lastbil, sum var horvin.

Í fráboðanini varð sagt, at bilurin varð settur við ein veg í vesturbýnum í Havn. Men tá førarin hugdi út fyri dyr gjáramorgunin, var bilurin horvin.

Hesin vendir sær beinanvegin til Politistøðina í Havn, sum nú leitar eftir bilinum.

Talan er í hesum føri um ein lítlan Mazda-lastbil av e-seriuni og sum er reyður á liti.

Umframt nummarspjaldrið – KR 677 – hevur bilurin eitt annað serkenni, og tað er at hann hevur krana.

Veit nakar um horvna lastbilin at siga, kann viðkomandi boða Politistøðini frá – tlf. 351448.

(Horvni lastbilurin er av nøkurlunda sama merki sum hesin)