Leygardagin hevði Vodafone serligt tiltak í SMS
Seinasta vikuskifti skipaði Vodafone fyri einum tiltaki á torginum í SMS, undir heitinum »Reyður dagur«. Og sigast má, at dagurin livdi upp til sítt navn, tí mest sum alt torgið var reytt. Reyðir møblar á reyðum teppi, har vitjandi kundu njóta ein góðan kaffimunn, starvsfólk í reyðum búnum, og sjálvandi var eisini reyða búmerkið eyðsýnt.
Kappingarnar
Klokkan 13 varð skipað fyri brotssparkskapping, og var tað sjálvur landliðsmálmaður okkara, Jákup Mikkelsen, ið vardi málið. Umleið 50 børn og vaksin nýttu høvi at bjóða Jákupi av, og tá ið avtornaði, var tað Høgni Midjord úr Skálavík, ið fór við sigrinum.
Vinningurin, ið Høgni fekk, var eitt gávukort áljóðandi kr. 3.000 frá Vodafone, umframt ymiskir aðrir Vodafone lutir.
Klokkan 14 skuldi Føroya skjótasti SMS’ari finnast, og gjørdist eisini hetta ein sera spennandi kapping. Eftir fyrra umfar vóru 10 tey skjótastu funnin, og av hesum var tað Hildibjarta Simonsen úr Tórshavn, ið var kvikast á knøttunum og vann. Næst gjørdist Lív Arge úr Tórshavn, og tann triðja var Jórun Hvidbro úr Tórshavn.
Vinningarnir í SMS kappingini vóru gávukort áljóðani kr. 3.000, 2.000 og 1.000 til ávíkavist nummar 1, 2 og 3, umframt at tey eisini fingu hvør sín posa við ymiskum Vodafone lutum.
Marknaður
Sigast má, at torgið í SMS var sera væl brúkt henda dag. Umframt at pláss var fyri stovu-umhvørvið við møblum, fótbóltsvølli til brotssparkskappingina, so var eisini stórur marknaður, har vitjandi høvdu møguleikan at ogna sær ymiskar telefonir og tilhoyr til heilt lítlar upphæddir.
Samanumtikið má sigast, at »Reyður dagur« tiltakið á torginum eydnaðist avbera væl, og eru fyriskipararnir eisini sera væl nøgdir. Hýrurin var góður og nógv vitjandi vóru, so hetta verður neyvan seinastu ferð, at Vodafone skipar fyri einum líknandi tiltakið.