HB-viðhaldsfólkini vóru sera misnøgd við tapið ímóti KÍ í Gundadali mikukvøldið. Summi høvdu eisini hug at finnast at dómarabólkinum eftir dystinum. Á heimasíðuni hjá HB er hendan umberingin frá Red Lions fjepparafelagnum: Vit vilja við hesum biða um umbering fyri niðurgeringina av dómaratoyminum eftir dystin! Hetta skal ikki koma fyri seg aftur. Sæð í ljósinum av keðiliga úrslitinum vilja vit bara biða tykkum bera yvir við okkum!