Reyðu lampurnar blunka – eisini í Føroyum

Heitari sjógvur, meira regn á vetri og minni á sumri, harðari og fleiri ódnir – kunnu í felag geva eftirkomarum okkara óvanliga truplar umstøður – ella, onkur metir kanska heldur fyrimunir. Givið er, at hetta er størsta politiska avbjóðing í hesi øld.

Amerikanski forsetin Bill Clinton vitjaði og segði frá um Global Initiativ. Og nú, eitt hálvt ár seinni, kemur Al Gore, varaforseti og Nobelprísmóttakari at flyta fram røða um fylgjurnar av veðurlagsbroytingunum, og vónandi við góðum hugskotum um, hvussu vit føroyingar kunnu vera við til at avmarka óhepnu upphitingina av heiminum. Vit nýtast tó ikki at fara longur enn til Noregs fyri at finna upphavið til stevnumiðini hjá Bill Clinton og Al Gore. Her er talan um kvinnuna Gro Harlem Brundtland, ið orðaði “Okkara Felags Framtíð” og stóð á odda fyri fyrstu frágreiðingina hjá ST um sambandi millum veðurlagsbroytingar og útlát av vakstrarhúsgassum.

Orðatakið burðardygg menning og frágreiðing Brundtlands løgdu lunnar undir fyrsta ST fundin í Rio De Janeiro í 1992, har ljós varð varpað á álvarsomu støðuna. Ár seinri, í 1997, var fyrsti verðurlagssáttmálin samtyktur í Kyoyo í Japan, har mál fyri minking av vakstrarhúsgassum vóru sett. Ídnaðarlondini skuldu lutfalsliga minka útlátið av koltvíiltu (CO2) fram til 2012 í mun til útlátið í 1990. Hvussu gingist hevur vita flest øll. Nøkur fá av heimsins londum resta enn í at seta sáttmálan í gildi, harímillum USA, Kina, India og so Føroyar.

Tá Gro Harlem tók við sum stjórnarleiðari á triðja sinni í 1990, álegði hon norska oljuídnaðinum at gjalda CO2 avgjøld. Hetta hóast bæði mótmæli og undran, nú oljuprísurin var lágur og tørvur var á inntøkum til fleiri íløgur í norska oljuídnaðin. Úrslitið sæst í dag, har veðurlagsávirkanin frá norska olju- og gassídnaðinum er triðingurin lægri enn onnur oljuframleiðandi lond.


Vaknaði við kaldan dreym

Føroyska útlátið av veðurlagsgassum er partur av samlaða danska útlátinum. Í Kyotosáttmálanum er millum annað ásett, at vit skulu minka okkara útlát við 8 prosentum. Síðan er útlátið vaksið ájavnt við einari meirnýtslu av olju, gassi og koli, so samlaða kravið í mun til útlátið í 1990 er vorðið ein minking á næstan 20 prosent, ið av røttum átti at verða rokkið innan 2012. Farna landsstýrið tók eingi stig á millumtjóða støði at samráða seg fram til eina prosentvísa minking, men vaknaði við kaldan dreym 24. september 2007, tá freistin at boða donsku stjórnini frá um at fyrivarni okkara vóru avtikin, gekk út.

Vit hava nú nýtt landsstýri, og roknast kann við, at okkara fyrivarni verða avtikin og at gongd kemur á veruligar ætlanir at røkka einari minking av útláti.

Trupulleikin er stórur. Hetta sæst partvís á, at sjálvt um eitt nú Danmark hevur tikið undir við Kyotosáttmálanum, so øktist CO2 útlátið í 2007 við 0,7 prosentum, og orkunýtslan við 0,5 prosentum. Ein orsøkin var, at CO2 kvoturnar kostaðu ov lítið, og at tað tí loysti seg fíggjarliga at nýta kol heldur enn náttúrugass.


Heimurin bráðnar

ST-veðurlagsfundur var á Bali í desember 2007. Her hittust 190 lond við tí endamáli at skerja útlátið við í miðal 5 prosentum frá 2008 til 2012 í mun til 1990. Veðurlagsstovnurin hjá ST, IPCC, hevur víst á, at hitaøkingin, sum er ásett til 2 stig, helst er hægri, nú tað millum annað vísir seg, at arktiska økið kring Norðpólin bráðnaði 20 prosent meira enn í 2005. Eisini vísa mátingar, at til dømis Breidalblikk í Noreg svann 3,1 metur í 2006 í mun til 30 centimetrar í 2005. Gongdin er hin sama kring allan knøttin. Ísur bráðnar skjótari og skjótari og ávarað verður ímóti fylgjunum hetta hevur við sær fyri hundraðtals milliónir av fólki. Lond í Miðasia kring Ganges, Indus og Brahmaputra eru í stórum vanda, um ísurin í Himalaya hvørvur. Partvís er grundvatnið sokkið nógv seinnu árini og landbúnaðurin hevur stórar trupulleikar. Næst er, at umfarssóttir kunnu taka seg upp, tá einki vatn er til burturbeining av skarni og øðrum. Knøpp glopraregn kunnu skola burtur landbúnaðarjørð og búsetingar og høpisleyst verður at lívbjarga sær. ST umhvørvisstovnurin UNEP ávarar um, at ísurin í Himalaya kann verða burtur um fá ártíggju.

Týski ríkisleiðarin Angela Merkel gjørdi á fundi í Tokyo í september 2007 vart við, at øll menniskju hava somu rættindi at mennast. Hetta varð eisini frammi á Rio-fundinum, men varð ongantíð staðfest í Kyotosáttmálanum. Við mesta markinum á 2 stig í hitaøking verður neyðugt at heimsútlátið skal niður í helvt innan 2050. Í miðal er útlátið fyri hvønn heimsborgara í løtuni 4 tons um árið. Við fólkavøkstrinum til 2050 merkir hetta 1,4 tons. Verður talið brúkt á til dømis donsk viðurskifti, har útlátið í løtuni er um 10 tons fyri hvønn íbúgva, svarar tað til eina minking á 86 prosent. Við okkara útlátið á 14 tons fyri hvønn íbúgva er talan um eina minking á 90 prosent.


Fyrimunur ella vansi

Sjávt um hitaøkingin verður mett at verða ein vistfrøðilig vanlukka, kann tað vísa seg at hava einstakar fyrimunir, tí meira regn kann geva størri vatnorkuframleiðslu, og meiri vindur størri vindorkuframleiðslu. Harnæst kann meiri hiti í Norðurlondum bøta um gróðurin og geva størri framleiðslu av millum annað trøum. Sera ivasamt er um hesir fyrimunir kunnu vigast upp ímóti teim óhepnu avleiðingunum, sum roknað verður við, um til dømis havstreymarnir vikna vegna stórar nøgdir av feskum vatni í Grønlandsddýpinum. Stóru permafrostøkini í Canada og Russlandi kunnu geva frá sær ovurstórar nøgdir av methangassi um hitin økist. Hetta er nógvar ferðir vandamiklari fyri vakstrarhúsárinið enn koltvíilta. Verður gongdin næstu øldirnar at hitin framhaldandi økist og mesti partur av Norðpólinum bráðnar burtur, og at til dømis Golfstreymurin heilt steðgar upp, verður hinvegin óhugnaliga kalt um okkara leiðir. Uttan ís- og kavaklødd øki verða sólargeislar ikki sendur út aftur í rúmdina og kann tað aftur økja um samlaðu hitaøkingina. Umleið helvtin av mannaskapta útlátinum av koltvíiltu verður upptikið av landa- og havøkum, men óvist er, hvønn týdning hetta hevur fyri heildina og hvørjar broytingar henda við einari veðurlagsbroyting.

Nevndu fyrimunir kunnu vísa seg ivasamir, um samlaða lívfrøðiliga gongdin á landi og í høvum verður skeiva vegin við øktari erosión, størri oyðumørkum og øktum hita í høvunum.


Dýna um klótuna

Danskur granskari hevur víst, at gongdin á sólini við øktum og lækkandi aktiviteti, er tann sama sum á jørðini. Sólvindar, sum tað nevnist, sigast hava beinleiðis samband við mongdina av skýggjum og ávirkanina á veðurlagsbroytingar. Hesum kunnu granskarar ikki afturvísa, men halda tó fast um, at økta útlátið av koltvíiltu og methangassi er meginkeldan til hitaøkingina. Høv, trø og plantur kunnu bara taka til sín ein ávísan part av koltvíiltu. Tá nøgdin av veðurlagsgassum verður ov stór, legst hendan sum ein dýna um klótuna og forðar samstundis hitageislingini at sleppa út í rúmdina.

Avbrenning av jarðrunnari orku, olju, gassi og koli hevur við sær, at innsavnaða nøgdin av koltvíiltu verður latin út í luftina. Staðfest er neyvt samband millum hitabroytingar og nýtslu av jarðrunnu orkuni farnu øldina, og er tað her Kyotosamtyktin leggur avmarking til einstøku londini at minka um útlátið og harvið orkunýtsluna.


Føroyingar met í útláti

Europeisku londini samdust í januar um eina felags ætlan til minking av veðurlagsgassum og at nýtslan av varandi orku skal økjast. Í desember næsta ár verður Danmark vertur fyri ST-veðurlagsfundin og er ætlanin, at ES londini skulu semjast um eina felags minking av CO2 útlátinum á 20 prosent fram til 2020. Samstundis skulu einstøku londini áleggjast, at ein ávísur partur av samlaðu orkunýtsluni skal vera frá varandi orkukeldum. Til dømis skal Danmark hava 30 prosent varandi orku, Ongland 15 prosent, Týskland 18 prosent og Frakland 23 prosent.

Føroyar eru millum tey londini í Evropa, sum hava størsta útlátið fyri hvønn íbúgva – nevniliga 14 tons, meðan Danmark hevur um 10 tons. Og í nýtsluni av varandi orkukeldum eru Føroysku tølini tey lægstu í Europa við einans 4 prosentum í 2005. Fimtan tey størstu londini í Europa høvdu í 2003 6 prosent av orkunýtsluni frá varandi orkukeldum, meðan til dømis Noreg hevði 50 prosent, Ísland 70 prosent, Danmark 12 prosent og Grønland um 10 prosent.

Føroyski skipaflotin stendur fyri 48 prosentum av oljunýtsluni, meðan ravmagnsframleiðsla, upphiting av húsum og bygningum, flogferðsla og flutningur á landi, og ídnaður standa fyri restini. Orkupolitiska álitið frá 2006 vísir, at vit í 2015 skulu hava 20 prosent av orkuni á landi frá varandi orkukeldum. Hetta svarar til, at helvtin av verandi ravmagnsframleiðslu frá dieselverkunum skal koma frá vindorku og aðrari varandi orku. Um vindorka aleina skal framleiða hesa orku, skulu 24 myllur í somu stødd sum tær í Neshaga setast upp. SEV hevur boðað frá, at 6 myllur á 800-900 KW skulu setast upp afturat í Neshaga. 12 myllur á 1,2 MW røkka málinum at náa teim 20 prosentunum frá varandi orka innan 2015 - um orkunýtslan tá er hin sama sum í dag. Onnur minking í oljuýtslu fæst við byggireglum og krøvum til betri bjálving, avtøka av innflutningsgjøldum til sólorku, hitapumpur og akfør, ið nýta vetni ella ravmagn. Í mun til CO2 útlátið svara tey 20 prosentini av varandi orka á landi til eina minking av samlaða útlátinum á 6,5 prosent.

Vísiónsætlanin leggur upp til, at skipaflotin skal brúka 15 prosent minni orku í 2015. Hetta eru 16.150 tons ella ein sparing á 7,2 prosent av samlaða CO2 útlátinum. Her resta 5,3 prosent í at náa Kyotokravinum. Um vit gjalda upphæddina, er kostnaðurin pr. tons av olju 950 kr. ella tilsamans umleið 4 mió. kr.


Reyðar lampur

Samfelagið er grundað á fiskivinnuna, ið hevur stórar trupulleikar av høgum og hækkandi oljuprísi. Tøkniligar loysnir til oljusparingar á nøkur fá prosent gera lítlan mun, um oljuprísurin samstundis tvífaldast. Trolveiða krevur tíggjafalt so nógva orku pr. kilo av veiddum fiski, sum til dømis línuveiða. So her áttu onkrar reyðar lampur at blunka bæði í vinnuni og á politiska pallinum. Tað kann eisini gerast trupult at sleppa av við fisk, sum er veiddur á ein hátt, sum gevur nógv útlát. Harafturímóti fær burðardyggur og sporførðismerktur fiskur fyrimunir og eisini betri prís.

Avbrenning av jarðrunnu orkuni vísir seg at máa støðið undan vistfrøðiligu skipanini, ið er treytin fyri burðardyggum einum samfelagi. Jarðrunna orkutilfeingið minkar og øktur eftirspurningur hevur við sær øktan kostnað at reka samfelag, sum í árhundrað er grundað á júst jarðrunnu orkuveitingina.

Politiska skipanin hevur stóra uppgávu fyri framman – allarhelst størstu avbjóðing í hesi øld.


Keldur:

Information, Politiken, Planetark, Orkupolitiska Álitið 2006, Nordiske Indikatorer NM 2006



--