Eftir væl eydnaðu sjómannadagarnar var fótbóltslagið ikki gott í Klaksvík. Hjá KÍ sat liðformaðurin Heðin á Lakjuni uttanfyri alla tíðina. Hann hevði verið sjúkur í vikuni, og Kristoffur Jacobsen var á miðvøllinum í vinstru.
Atli Danielsen var liðformaður hesa ferð. Eftir steðgin var hann ein tann eyðsýndasti á lítið sannførandi KÍ liðnum.
- Hetta var ikki nóg gott. VB/Sumba spældi ikki sum nakað botnlið. Heldur vóru tað vit, sum ikki vístu, at vit hoyra til í toppinum. Nú hava vit mist seks stig á heimavølli móti B68 og VB/Sumba. Um vit høvdu havt fingið fulla úrtøku burturúr hesum báðum heimadystunum, so høvdu vit nú havt eins nógv stig sum EB/Streymur, staðfestir Atli Danielsen. - Vit fingu ongatíð ferð og flog yvir spælið. Tað ætlaðu vit okkum. Eg haldi ikki, at vit undirmettu VB/Sumba, men vit kunnu ikki siga annað, enn at avrikið hjá okkum hesa ferð var langt frá tí, sum tað var móti B36. Vit kunnu ikki gera annað enn at royna at reisa okkum. Møguleikarnir eru verri nú, enn teir hava verið, men tað er ikki vónleyst at blanda seg millum liðini, sum fáa medaljur og skulu spæla í Europa Cup, sigur landsliðsspælarin hjá KÍ.