Reyð kort eiga at geva leikbann beinanvegin

Hondbóltur: Føroyskir hondbóltsdómarar hittust sunnukvøldið til prát um kappingina higartil. Millum annað varð ásannað, at tað hevði verið rættari, um leikbannini fyri reyð kort koma í gildi alt fyri eitt

Sunnukvøldið hittust hondbóltsdómarar á loftinum í ÍSF-húsinum til óformligt prát um kappingina og, sum vera man, dømingina higartil.

Dómararnir hava ikki fingið nakran serligan stuðul uttanífrá í ár, og eisini í fjølmiðlunum hava teir fingið okkurt skotið fyri bógvin frá bæði ítróttarskrivarum og hondbóltsspælarum.

Millum teir níggju dómararnir ? venjararnir vorðu eisini bjóðaðir við til fundin, men har var bert ein av tí slagnum umframt ein, sum bæði er venjari og dómari ? sum vóru á fundinum, varð millum annað ásannað, at føroyskir dómarar døma ov ymiskt. Hetta kann bert broytast við, at dómararnir tosa saman og leggja eina felags linju, men tað er sjálvandi eitt sindur trupult, tá so fáir dómarar møta upp til ein slíkan fund sum tann sunnukvøldið.

Eitt annað mál, sum fekk rættiliga drúgva umrøðu, var hvussu umfatandi eitt reytt kort skal vera, og nær leikbannið skal setast í gildi. Avgjørt varð at mæla til, at frá byrjanini av endaspælinum at rokna (6. januar 1999) skal reytt kort geva leikbann longu frá fyrsta dysti eftir dystin, har kortið er givið (her verður sjálvandi ikki roknað við teimum reyðu kortunum, sum verða givin fyri tríggjar ferðir tveir minuttir útvísing). Og um sami spælari aftur fær reytt kort seinni í kappingini, verður leikbannið meir enn ein dystur. Sum nevnt var fundurin rættiliga óformellur, men breið semja var so um, at reyðu kortini skulu fáa harðari avleiðingar.


Nýggjar reglur

ikki innlærdar enn

Eitt annað evni var umstøðurnar í sambandi við útskiftingar, time-out o.a., sum gongur fyri seg úti við síðulinjuna.

Í dystinum leygardagin millum mansliðini hjá StÍF og H71 tók ein støða seg upp, har hoyvíkingar vórðu dømdir fyri feil útskifting. Fundarluttakararnir ásannaðu, at tað ofta kann vera trupult at meta um, nær ein spælari veruliga er ólógliga inni á vøllinum, og nær hann noyðist at fara inn á vøllin fyri at sleppa yvir um bonkin.

Time-out er ein rættiliga nýggj regla í hondbólti, og eitt dømi varð tikið fram, har spælandi venjarin hjá einum liði hevði fingið reytt kort, men framvegis stoð beint uttan fyri síðulinjuna, eitt sindur burtur frá bonkinum, og hevði time-out saman við spælarunum hjá sær. Semja var um, at hetta er óheppið og í roynd og veru ikki eigur at koma fyri. Eitt uppskot var, at ein venjari, sum fær reytt kort, skal sendast yvir í hina síðuna av høllini, har útskiftingarbonkurin ikki er, men eingin verulig støða varð tikin til henda spurningin.

Sum heild varð staðfest, at nógvir av spælarunum hava trupult við at venja seg við og yvirhøvur læra tær nýggju reglurnar (eitt nú við at tú kanst sentra beinanvegin, tá hitt liðið hevur skorað, men ikki fara um miðlinjuna, fyrr enn spælarin á miðjuni hevur slept bóltinum), og at hetta bert kann bøtast við, at dómararnir konsekvent sekta brot á hesar reglur. Eitt uppskot var, at dómararnir áðrenn dystin ella undir dystinum tosaðu við liðformenninar og gjørdu teir varugar við, hvat verður sektað, og hvat dómararnir ikki vilja síggja.

Eitt annað mál, sum varð tikið upp, er, at tað er ymiskt, hvussu týðilig tekinini hjá dómarunum eru. Hetta elvir ofta til ørkymlan millum spælararnar og eigur at verða rættað, so tað ikki er nakar ivi um, hvat dómararnir døma fyri.

Nortið varð eisini við trupulleikarnar, sum kunnu standast av, at børn ? og fyri sovítt eisini vaksin ? í heilum ganga framvið vøllinum og ofta inni á vøllinum eisini, men her er trupulleikin tann, at so at siga allar hallirnar meir ella minni eru gjørdar soleiðis, at tað ikki kann vera øðrvísi.

Ein venjari skeyt upp at seta vaktarfólk í báðum endum av høllini og vísti á, at hetta verður gjørt í einari av hallunum, sum nú er.

Tosað varð sum vera man eisini um døming sum heild, og sum nevnt er ein tann størsti trupulleikin, at dómararnir døma ov ymiskt. Hjalmar Petersen, sum er onnur helvtin av okkara frægasta dómarapari, vísti á, at tað er neyðugt at sekta brot á reglurnar beinanvegin í dystinum og at halda fram við at sekta somu brotini gjøgnum allan dystin. Á henda hátt læra spælarar, hvat er loyvt og hvat ikki er loyvt ? um ikki tann dystin, so til næsta dyst. Aftur her er neyðugt, at dómarar døma eins, so brotið eisini verður sektað í næsta dystinum.

Fyri dómararnar hevur kappingin í ár verið soleiðis, at dómarapar er sett fyri allar dystirnar í grundspælinum í 1. deild hjá kvinnum og monnum umframt hjá mans- og kvinnuunglingunum. Víst varð á, at hetta er eitt sindur óheppið og heldur ikki hevur riggað rættiliga, eitt nú tí okkurt dómaraparið er fallið frá.

Tað liggur heldur ikki altíð so væl fyri hjá øllum dómarunum, og um nú eitt dómarapar hevur dømt sama liðið fleiri ferðir upp í slag ? sum tað er komið fyri í ár ? eigur eitt annað dómarapar at kunna taka yvir til næsta dyst. Hetta er sunt fyri allar partar.


Spælarar døma

sínar mótstøðumenn

Tann allarhelst størsti trupulleikin av øllum í føroyskari hondbóltsdøming er, at tað eru ov fáir, sum halda seg til at døma, og at tað ofta eru spælarar, sum døma lið, sum teir sjálvir kappast við í landskappingini.

Hetta er sum vera man sera óheppið, men fær tó ikki verið so nógv øðrvísi, sum nú er. Lítil ivi man vera um, at summir av dómarunum bert døma, tí teir eru noyddir, og ikki so nógv av huga.

Dómaragerningurin er heldur ikki ein av teimum takksomu, og sum oftast er tað bert fyri tað ringa, at fólk minnast teir. Tað er langt millum herðaklappini, ið sum oftast drukna í atfinningunum. Soleiðis er við so mongum, og tað økir heldur ikki um áhugan fyri at verða dómari.

Tí ræður eisini um at stuðla dómarunum, hóast teir eisini mugu hava nóg breiðar herðar til at taka atfinningar á seg, tá tær eru upp á sítt pláss. Men sum oftast er lættari at finnast at enn at stuðla, og tí eru dómararnir, ikki bert í hondbólti, eitt rættiliga einsamalt fólkaslag.