Í B36 var hýrurin ringur, og teir skammaðust um úrslitið.
Eftir fulla úrtøku í Klaksvík og væl brúkiligan 2. hálvleik á Mølini varð lagt upp til, at trý stig skuldu fáast til høldar móti VB/Sumba, sum hevði lagt rygg til 7-1 tap á heimavølli móti KÍ 2. hvítusunnudag.
- Vit vóru uppsettir, og vit høvdu møguleikarnar at gera málini, sum skuldu til fyri at fáa øll stigini, men hetta var ikki okkara dagur, staðfestu teir í árstalsfelagnum, sum royndu at fáa leikferðina upp.
VB/Sumba drálaði tað, sum teir kundu. Dómarin legði fimm minuttir afturat vanligu leiktíðini. B36 hevði onkra vandamikla roynd, og tá ið Santos í eykatíðini fekk frísparks møguleika dygst uttanfyri brotsteigin, kendist tað sum um, at tað hóast miseydnaðan dag kortini fór at eydnast at fáa øll stigini. Men tað gjørdi tað ikki hjá B36, sum ivaleyst ger best í at gloyma besta sunnudagin higartil í 2006 í hvussu so er hvat veðrinum viðvíkur!









