Reyðir loysingarmenn

Á middegi 6. november hevði útvarpið samrøðu við umboð tjóðveldisfloksins í samband við uppstilling til fólkatingsvalið. Millum annað tók hann til: ?Røddin hjá Føroysku tjóðini« og ?Til frama fyri alt tað Føroyska fólkið«.

 

Eg vil hervið gera púra greitt, at tjóðveldisflokkurin ikki umboðar meg - og so langt frá - og heldur ikki arbeiðir til frama fyri framtíð míni.

Tvær høvuðsorsøkir eru til hetta: Hesin flokkur vil slíta tað Føroyska samfelagið upp við rót, uttan at hugsa um avleiðingarnar. Eg eri fullvísur í, at Føroyar eru nógv tryggari og hava nógv fleiri møguleikar innanfyri ríkisfelagsskapin. Eisini hava vit allar møguleikar at skipa okkum, so sum vit vilja, innanfyri felagsskapin.

Hin orsøkin er, at tjóðveldisflokkurin er uttast til vinstru, meðan eg taki undir við politikki frá miðjuni og út til høgru. Hvussu kunnu menn, sum eru fløskaðir upp við alreyðum kommunistiskum hugsjónum, nakrantíð blíva ein borgan fyri einum frælsum Føroyum?

Eg heiti inniliga á allar landsmenn um at fyribyrgja at lopið verður framav í ovfarakæti ? og tað gerst best við at velja Sambands-flokkin.

Vónandi kann eg koma heimaftur til eitt land, sum framvegis hevur nógv at bjóða mær.

PS. Eigur útvarpið ikki annað tilfar at leggja á internetið, enn gamlar sendingar um tjóðveldis-landsstýrsimenn, sum leggja frá sær.